Starvsfólk til Býlingshúsið millum Gilja
Tórshavnar Kommuna søkir vegna Býlingshúsið millum Gilja eftir starvsfólki í vøggustovuna at starvast 25 tímar um vikuna.
Í Býlingshúsinum millum Gilja hava 45 børn sína dagligu gongd saman við 10 starvsfólkum, 5 námsfrøðingum og 5 hjálparfólkum.
Starvsfólkahópurin er væl blandaður og hevur sera nógva vitan, royndir og ressursir í millum sín – sum er ein styrki í arbeiðinum við børnunum. Hetta skapar gott grundarlag fyri samstarvi og vitanardeiling, sum eru umráðandi amboð í okkara praksis.
Námsfrøðiliga arbeiðið er grundað á menningina hjá einstaka barninum. Nøkur hugtøk ið hava nógv at siga í okkara gerandisdegi eru: ymiskleiki, viðávirkan og relatiónir.
Heldur tú at hetta er nakað fyri teg og ynskir tú at verða ein partur av okkara toymi, so er at søkja.
Vit vænta, at:
- tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og kanst taka avgerðir
- tú ert nærverandi og empatisk/-ur
- tú ert ein aktivur luttakari í at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
Vit bjóða tær:
- eitt starv, har trivnaður og faklig menning verður høgt raðfest
- eitt starv, har tú fært fyrireikingartíð
- ein fjølbroyttan gerandisdag har tú hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Starvsbyrjan er 7. februar 2023 ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi seinasta lagi 6. februar 2023.
Meira fæst at vita
Um tú hevur spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við Katrin Helgadóttir, stovnsleiðara, á telefon 21 74 96 ella t-post: katrinhe@torshavn.fo