Heilsuhjálpari til Lava/Luddalon á Tjarnargarði
Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri búfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað tær, vit leita eftir til Lava-/Luddalon.
Lava-/Luddalon á Tjarnargarði er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu, og er ein bú- og røktardeild við 24 búplássum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.
Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
Einum heilsuhjálpara á setanarbrøki 1,0 har arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2. hvørt vikuskiftið. Møguleiki er fyri at starvast á lægri brøki.
Førleikakrøv
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við heilsustimbran, fyribyrgjan og rehabilitering
- Góð samskiftis- og samstarvsevnir. Evnir til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
- Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni
- Evnir at arbeiða í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
- KT-førleika á brúkarastigi
Vit bjóða
- Góða innleiðslu
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Eitt arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
Setanarviðurskifti
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, við setan frá 1. juni 2023 ella skjótast til ber.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Heidi Kragesteen, deildarleiðara á Lava-/Luddalon, telefon 28 30 29, ella við telduposti til heidik@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.
Umsóknarfreistin er 1. april 2023.