Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 28. mars 2023
Arbeiðstíð
25-30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Hildur Samuelsen
Dagstovnaleiðari
512577
hildurs@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Endurlýsing: Námsfrøðingur til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Ynskir tú eitt arbeiðspláss við hópin av stuttligum og kveikjandi upplivingum, og at gerast partur av einum góðum starvsfólkabólki, har trivnaður og menning er í hásæti? So er møguleikin her.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir einum námsfrøðingi til barnagarð at arbeiða 25-30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Til ber at seta hjálparfólk í starv, um ongin námsfrøðingur søkir.


Um okkum

Okkara stovnur er í Hoyvík og liggur í einum grønum umhvørvi við einum stórum og hugvekjandi garði, sum er innbjóðandi til spæl, fordjúpan og spennandi rannskóknarferðir.

Vit hava tvær barnagarðsstovur og tvær vøggustovur og ganga tað í løtuni 62 børn á stovninum. Her arbeiða 18 dugnalig, fitt og festlig starvsfólk, hjálparfólk og námsfrøðingar.


Vit leggja dent á:

  • trivnað og menning
  • spælið og áhugamálini hjá børnunum
  • góðar og tryggar relatiónir
  • tey vaksnu eru kveikjandi og aktiv saman við børnunum
  • gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar


Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur hug og hegni at arbeiða við børnum og skapa ein fjølbroyttan og mennandi dag, við virðing fyri einstaka barninum
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • ert fyrikomandi og hevur evni at samskifta virðiliga við foreldur, børn, starvsfelagar og onnur
  • dugir at samstarva, ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fært at vita um starvið við at venda sær til Hildur D. Samuelsen, stovnsleiðara, á telefon 51 25 77.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi týsdagin 28. mars 2023.