Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 5. juni 2023
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Hug at menna og ansa komandi heimsborgarum?

Vit í Býlingshúsinum Vesturi á Flat søkja eftir námsfrøðingum til okkara vøggustovu og barnagarð at byrja 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu. Tú kemur at arbeiða millum 30-40 tímar um vikuna.


Vit hava ein spildurnýggjan og sera góðan stovn

Dagstovnur okkara er ein náttúruperla, ið liggur á Flat í Hoyvík. Vit hava víðkað um okkara fantastiska stovn, har vit royna at skapa ein spennandi gerandisdag fyri okkara børn. Vit leggja dent á dygdargóða námsfrøði, samstundis sum vit arbeiða fyri at varðveita og menna mentan og siðir.

Góðar relatiónir er okkara vørumerki. Vit leggja dent á stjørnuløtur, bæði tær stóru og tær smáu.


Starvsøki

Í Býlingshúsinum Vesturi á Flat ganga í løtuni beint niðanfyri 100 børn. Vit hava 7 stovur – 2 vøggustovur og 5 barnagarðsstovur – harav tann eina í framtíðini fer at hava serligt virksemi til tey 6 ára gomlu. Eisini hava vit stovu, sum er serliga innrættað til børn við serligum tørvi .

Sum námsfrøðingur og starvsfólk Vesturi á Flat ert tú við til at geva børnunum ein góðan, tryggan og innihaldsríkan dag. Vit hava relatión, nærveru og kvalitet sum okkara størsta fokus í gerandisdegnum. Vit arbeiða við námsfrøðini, við kreativiteti og við rørslu.


Hvat kanst tú vænta tær av okkum

Vit leggja stóran dent á, at tú skjótt kennir teg væl millum okkum, og at tú fært vitan og kunning um okkara gerandisdag. Eisini hevur kommunan innleiðsluskeið, sum ger starvsbyrjanina smidligari.

Í Býlingshúsinum Vesturi á Flat arbeiða vit við relatiónum, og hetta fevnir eisini um relatiónirnar millum okkum vaksnu. Vit styrkja relatiónir millum tey vaksnu við at vera saman og hava tað stuttligt – bæði til arbeiðis og uttan fyri stovnin.


Tínir eginleikar

Vit ynskja okkum ein viðleikara, ein sum møtir frísk/ur til arbeiðis og hevur fokus á børnini. Ein sum torir at ganga nýggjar leiðir, og sum skilir týdningin av góðum relatiónum.

Vit ynskja, at tú ert væl fyri fakliga, setir námsfrøðiliga menning á dagsskránna og megnar at eftirmeta námsfrøðiliga arbeiðið saman við tínum starvsfelagum. Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Somuleiðis er foreldrasamstarv ein hornasteinur i okkara arbeiði og gerandisdegi.


Tí skalt tú velja okkum

Á stovninum verður tú partur av einum dugnaligum felagsskapi, har vit hava fokus á góðar og sunnar relatiónir millum børn og vaksin. Relatiónin skal tryggja okkum sunn, frísk og lívsglað børn, foreldur og starvsfólk.

Vit leggja stóran dent á námsfrøðiliga menning og ein sterkan felagsskap fyri børn og vaksin, har trivnaður er í hásæti.


Setanartreytir

Talan er um føst størv 30-40 tímar um vikuna eftir nærri avtalu millum teg og stovnsleiðaran. Starvsbyrjan er 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Tú ert vælkomin at venda tær til okkum, um tú hevur serlig áhugamál, tú kundi hugsað tær at fingið á skrá í sambandi við starvssetanina.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Turið Horn, dagstovnaleiðara, á telefon 27 51 00 ella Turidh@torshavn.fo. Tú ert eisini vælkomin á vitjan at práta við okkum og síggja stovnin.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir ongin námsfrøðingur starvið, kann hjálparfólk setast í starv.

Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hava vit sum kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vaða, áðrenn vit kunnu seta fólk í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« og fylla kravdu teigarnar út.

Umsóknarfreistin er mánadagin 5. juni 2023.