Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mikudagur 31. mai 2023
Arbeiðstíð
30-40 tímar um vikuna
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Tórunn Dánjalsdóttir
Deildarleiðari
284464
torunnd@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingar til serstovuna Bólið í Dagstovninum í Øksnagerði

Dagstovnurin í Øksnagerði søkir eftir námsfrøðingum til okkara serstovu Bólið.

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Dagstovnin í Øksnagerði eftir námsfrøðingum til serstovuna Bólið at byrja í august 2023 ella eftir nærri avtalu. Talan er um 30 til 40 tímar um vikuna. Um eingin námsfrøðingur verður settur, verður hjálparfólk og fólk við aðrari útbúgving sett í starvið, so allar umsóknir eru kærkomnar.


Um stovnin

Í Dagstovninum í Øksnagerði er ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og ein serstova, sum er ætlað børnum við avbjóðingum innan tað sosiala og samskifti. Eisini hoyrir Frítíðartilboðið í Hornabø til, sum er frítíðarskúli fyri tey børn, ið ganga á Skúlanum á Trøðni. Í løtuni ganga 60 børn á stovninum, og starvsfólkatoymið telur 25 starvsfólk.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv á einum fjølbroyttum dagstovni, har vit rúma ymiskleikanum. Vit leggja dent á góðar relatiónir millum børn og vaksin, og børn og børn. Vit ganga út frá at tryggleiki og umsorgan eru grundarsteinarnir undir at skapa bestu menningarfortreytirnar fyri einstaka barnið.

Vit hava ein opnan stovn, har vit hjálpa hvørjum øðrum, deila vitan og hava nógv felags virksemi uppá tvørs av stovunum. Vit arbeiða eftir eini námsætlan, sum tryggjar, at vit stuðla børnunum í teirra fjøltáttaðu menning.


Um stovuna

Bólið hevur verið serstova síðan stovnurin opnaði í 2001. Børnini, sum ganga á serstovuni hava aloftast autismu órógv og/ella avbjóðingar innan mál og samskifti. Tí nýta vit amboð og arbeiðshættir, sum hóska til teirra tørv. Tað kann vera Boardmaker, PECS, Low Arousal, sosialar søgur, intensiv interaktión, Karlstad, tekn til talu, Kat-kassan o.a. Vit arbeiða nógv við sansastimbran og rørslu fyri at hjálpa børnunum at fáa ró á kropp og sinn. Her kann nevnast, at vit ganga til ríðing, svimja, nýta náttúruna, massera, reiggja, nýta rógevandi ljóð og ljós. Vit hava týðiligan struktur, og eru altíð fetið frammanfyri. Vit síggja børnini, sum tey eru, og vita, at tey mennast undir tillagaðum umstøðum. Inklutión og sosiala menningin hjá børnunum hevur eisini nógv at siga, so vit eru partur av øllum felags virksemi á stovninum. Tó altíð í tann mun, barnið megnar. Vit eggja børnunum at vitja hinar stovurnar og felags økini, og stuðla teimum í samspælinum við onnur børn.

Ynskir tú at hoyra nærri og vitja stovuna, so ring til Tóru, varaleiðara, á 26 81 11.


Vit vænta, at tú:

  • ert blíð/-ur og fyrikomandi
  • ert rólig/-ur og tolin
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum relatiónum við børn, starvsfelagar og foreldur
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • dugir at grunda yvir egið arbeiði
  • ert ágrýtin og hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd og taka avgerðir, samstundis sum tú megnar at hava yvirlit, tá á stendur
  • hevur vitan og/ella áhugan fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar


Vit kunnu bjóða:

  • eitt fakligt mennandi starv á einum góðum dagstovni
  • tíð til annað arbeiði, stovufundir, námsfrøðisfundir, hjálparfólkafundir, skeið o.a.
  • góðar og væl skipaðar karmar
  • gott samstarv ímillum stovur
  • dugnaligar, royndar og rúmligar starvsfelagar
  • gott arbeiðsumhvørvið, har vit leggja dent á at hava tað gott saman


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin námsfrøðingur starvið, kann hjálparfólk setast ístaðin. Møguleiki er eisini fyri at seta ein ergoterapeut, fyrsioterapeut ella líknandi.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Tórunn Dánjalsdóttir, dagstovnaleiðara, á telefon 28 53 25, teldupost torunnd@torshavn.fo, ella Tóru Zachariasen, varaleiðara / námsfrøðing á stovuni, á telefon 26 81 11.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og senda okkum tína umsókn saman við lívsrensli, avriti av prógvum og viðkomandi tilfari í seinasta lagi mikudagin 31. mai 2023.