Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 4. juni 2023
Arbeiðstíð
25-30 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Aimi H. Jensen
Stovnsleiðari
302379
aimihj@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Námsfrøðingur til serstovuna í Frítíðarskúlanum í Hoyvík

Trívist tú í einum lærandi og mennandi mentan, har leiðsla og starvsfólk taka væl móti kreativum hugskotum og eggja hvørjum øðrum at gera tað, sum ein brennir fyri og dugur best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum byggir á fakligheit og álit?

Serstovan í Frítíðarskúlanum í Hoyvík er ein inkluderandi partur av frítíðarskúlanum, og samstarva námsfrøðingar og hjálparfólk í serstovuni við frítíðarskúlan gjøgnum dagin. Børnini á stovninum kenna hvønn annan og byggir námsfrøðin nógv á sosialisering og menningarmøguleikar.

Tórshavnar kommuna hevur tørv á námsfrøðingi til serstovuna í frítíðarskúlanum í Hoyvík at arbeiða 25-30 tímar um vikuna, við møguleika fyri 40 tímum vikuliga – um man eisini arbeiðir í KLUBB 188. Starvsbyrjan er 14. august 2023.

Søkir ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast.

Í stóran mun eru arbeiðstíðirnar í serstovuni í tíðarskeiðnum millum kl. 11-17.

Arbeiðstíðirnar í KLUBB 188 eru um kvøldið.


Vit ynskja umsøkjarar:

  • at arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • sum eru jalig og smílandi
  • sum eru initiativríkir
  • sum hava góð samstarvsevnir
  • sum hava hug at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag hjá børnunum
  • sum eru sjálvstøðugir og álítandi
  • sum síggja møguleikar, heldur enn forðingar


Setanarviðurskifti

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Aimi H. Jensen, stovnsleiðara, á telefon 27 04 87 ella aimihj@torshavn.fo


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4. juni 2023.