Starvsfólk til vaskaríið á Boðanesheiminum
Boðanesheimið er 10 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Strandarlon og Traðarlon, sum eru røktardeildir, og Boðalon sum er demensdeild.
Á vaskarínum vaska vit øll klæðini hjá bæði búfólkum og starvsfólkum.
Vit søkja eftir einum tímaløntum starvsfólki á 19 tímar. Arbeitt verður 6-8 tímar dagliga, millum klokkan 7 og 17.
Førleikakrøv
- Góð evni at samstarva, jaligur og fyrikomandi
- Er álítandi og tolir eitt ávíst arbeiðstrýst
- Er røkin og arbeiðssamur
- Royndir innan vaskaríið
Vit bjóða tær:
- eina góða innleiðslu
- góðar starvsfelagar
- eitt dynamiskt arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett 1. juli 2023 ella eftir avtalu, og lønt sambært sáttmála við KAF og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á telefon 22 67 90 ella við telduposti til maid@torshavn.fo
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.
Umsóknarfreistin er 6. juni 2023.