Varadeildarleiðari til Traðarlon á Boðanesheiminum
Er tú tann vit sóknast eftir?
Er eldraøkið tað tú brennur fyri, og hevur tú drívmegi og hegni til áhaldandi at menna tilboðið til búfólk á eldrabústovni, so er tað tær vit sóknast eftir.
Starv sum varadeildarleiðari á Traðalon er leyst at søkja. Starvsbyrjan er 1. juli 2023 ella eftir nærri avtalu. Varadeildarleiðarin vísir til deildarleiðaran.
Boðanesheimið lat upp í 2012. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum. Á Traðarlon stremba vit eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Starvið
Talan er um eitt áhugavert starv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú ert virkin partur av røktini á deildini, men tíð er eisini sett av til leiðslu- og fyrisitingarligar uppgávur. Tú hevur, saman við deildarleiðaranum, ábyrgdina av tí sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á deildini, Tú býtir røktaruppgávur út í mun til førleikar hjá starvsfólkunum, og virkar saman við deildarleiðaranum fyri, at deildin er nøktandi mannað. Tú tryggjar at kontaktpersón skipanin riggar, soleiðis at røktarætlanir vera gjørdar fyri búfólkini, og at tær vera fylgdar og dagførdar.
Tú arbeiðir við menning av starvsfólkunum og miðlar/undirvísir bæði ástøðiliga og í praksis. Tú stendur á odda fyri klinisku útbúgvingini á deildini, og saman við deildarleiðaranum skipar tú innleiðslu, upplæring og undirvísing av nýggjum starvsfólkum og lesandi.
Saman við deildarleiðaranum skipar tú setanartilgongdir av nýggjum starvsfólkum, og leggur til rættis arbeiðsætlanir, frítíðar- og feriuætlanir. Tú virkar fyri at fremja eitt gott arbeiðsumhvørvið innanhýsis, og einum góðum samstarvi við aðrar deildir og stovnar.Tú ert virkandi leiðari, tá ið deildarleiðarin er burturstaddur.
Vit ynskja okkum ein varadeildarleiðara sum hevur:
- prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstøði, umframt arbeiðsroyndir sum sjúkrarøktarfrøðingur
- útbúgving sum kliniskur vegleiðari ella ætlan um at taka útbúgvingina
- vitan og royndir innan eldraøkið
- førleikar at skráseta arbeiðsætlanir í Vaktplan, E-Løn og 3V, ella vil læra hetta
- aktiva tilgongd til fakliga menning, umframt hugflog og áræði at seta í verk og gjøgnumføra tiltøk, sum støðugt skulu betra um fakligu dygdina, eins væl og trivnaðin
- góð samskiftis- og samstarvsevni bæði tá tað ræður um starvsfelagar, búfólk, avvarðandi og samstarvspartar
- førleika at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga
- tolni og ert rúmandi og rólig/-ur av lyndi
Vit bjóða:
- undirvísing í Vaktplan, E-løn og 3V og útbúgving sum kliniskur vegleiðari, og møguleika fyri víðari fakligari menning
- felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- ávirkan á innihaldið í tilboðum
Løn- og setanartreytir
Talan er um eitt starv á starvsbrøki 1,0, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Arbeiðstíðirnar eru dagvaktir mitt í viku.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda tær til Elisabeth Restorff Hansen, deildarleiðara, telefon 22 14 37, teldupost elisabethrh@torshavn.fo ella til Jóhannu við Streym, eindarleiðara, á telefon 27 86 83, teldupost johannav@torshavn.fo
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda og send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir.
Umsóknarfreistin er 10. juni 2023.