Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 12. juni 2023
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Elsa Johanna Høgenni
Starvsfólkaleiðari
302206
elsah@torshavn.fo Søk starvið
Lurta

Kokkar ella smyrjibreyðsjomfrú til Posthúskjallaran hjá Tórshavnar kommunu

Ert tú kokkur og ynskir at arbeiða gerandisdagar í dagtímunum? So hevur tú nú møguleikan at søkja starvið í Tórshavnar kommunu. Vit søkja eftir tveimum royndum kokkum, smyrjibreyðsjomfrú ella køksstarvsfólki til Posthúskjallaran. Annað starvið er at meta sum leiðandi kokkur fulla tíð, og hitt starvið er niðursetta tíð.

Posthúskjallarin er matarhøll fyri starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu, sum arbeiða í miðbýnum. Umleið 90 til 120 fólk eta middegismála dagliga. Afturat middegismála, er morgunmatur eina ferð um vikuna. Av og á eru eisini smærri uppgávur til fundarvirksemi í dagtímunum.

Vit leggja dent á, at maturin er heilsugóður og fjølbroyttur. Haraftrat er umráðandi, at tín grundhugsan innan matgerð er burðardygg. Umframt at gera mat, leggur tú matarskránna og keypir inn.


Tað hevur týdning, at tú:

  • hevur jaligan hugburð
  • sært møguleikar fram um forðingar og ert samstarvandi
  • ert útlærdur kokkur, smyrjibreyðsjomfrú ella hevur samsvarandi royndir
  • kanst samskifta á føroyskum


Setanartreytir

Starvsbyrjan er fyrst í august 2023. Leiðandi kokkastarvið er fulltíðarstarv. Hitt starvið er í starvsbrøki 0,7. Bæði størvini eru føst størv.

Setanarviðurskifti og løn fyri ein avlærdan kokk eru sambært sáttmála millum KAF og Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna, sum leiðandi handverkari. Og fyri ófaklærdan sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðarafelag ella Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfolkaleiðara, t-post elsah@torshavn.fo ella telefon 21 45 62.


Umsóknarfreist

Tú søkir við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið« í vinstra bredda. Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. juni 2023.