Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
fríggjadagur 19. juli 2024
Arbeiðstíð
40
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn Søk starvið

Rakstrarleiðari til Brennistøðina á Hjalla

Rakstrarleiðari til Brennistøðina á Hjalla

Rakstrarleiðarin, ið hevur tilvísing til stovnsleiðaran, stendur fyri rakstrinum av teknisku skipanunum á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla, og er somuleiðis tekniski “problemknúsarin” á Brennistøðini.

Uppgávur

Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og avbjóðandi. Tú skal millum annað:

  • Fyriskipa brenningini av ruski, herundir vera dagligur leiðari hjá vaktar- og viðlíkahaldsfólki
  • Ansa eftir, at myndugleikakrøv innan t.d. umhvørvi, trygd og arbeiðsumhvørvi verða fylgd
  • Vera partur av leiðslubólkinum á Kommunalu Brennistøðini
  • Planleggja og standa fyri eftirliti, umvælingum, viðlíkahaldi, reinhald og røkt av tekniskum skipanum
  • Innkeyp av eykalutum og nýtsluvørum til økið, og hava ábyrgd av verkstaði og eykalutagoymslu
  • Luttaka í bakvaktskipan
  • Luttaka í tekniskum verkætlanum
  • Ansa eftir, at galdandi játtanir verða hildnar.

Førleikakrøv

  • Fulla maskinmeistaraútbúgving (3 ár), og hollar royndir sum maskinmeistari, t.d. sum maskinstjóri,  1.meistari ella samsvarandi
  • El-innleggjara prógv ella samsvarandi el-førleiki  kann vera ein fyrimunur, eins og kunnleika/royndir innan forbrenningstøkni, ketlar, roykreinsing og SRO annlegg eisini kann vera ein fyrimunur.
  • Royndir sum leiðari
  • Koyrikort til vanligan persónbil
  • Duga væl føroyskt og danskt í skrift og talu, umframt nakað av enskum
  • Góðan KT-førleika

Vit sóknast eftir einum persóni, sum er:

  • Ábygdarfullur, loyalur og fleksibul
  • Ágrýtin og virkisfúsur
  • Sjálvstøðugur, avgjørdur og støðufastur
  • Fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni, innan og uttanhýsis
  • Røkin, væl skipaður og væl gjørdur

Vit bjóða tær

  • Eitt fast, sjálvstøðugt starv, har tú sjálv/ur myndar gerandisdagin
  • Upplæring frá royndum starvsfólki
  • Møguleika fyri fakligari menning við t.d. skeiðum og fakligum netverki

Setanarviðurskifti

  • Starvið sett sambært sáttmála millum KAF og maskinmeistarafelagið í 15. Lønarflokki
  • Starvið verður sett umleið 1. August 2024 ella eftir nærri avtalu

Meiri fæst at vita við at seta teg í samband við John Erik Hansen, stovnsleiðara, á tlf 590979, ella við e-post til: johnerik@torshavn.fo .

Umsókn o.a.

Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. juli 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«.

Um Brennistøðina

Kommunala Brennistøðin, ið tekur sær av burturkastviðgerðini í Tórshavnar kommunu, er í dag eitt framkomið og tekniskt avbjóðandi arbeiðspláss, ið leggur stóran dent á at verja umhvørvi og at hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi. Í 2011 fekk Brennistøðin ISO 14001 góðkenning innan umhvørvisleiðslu.

Ruskið verður brent í ovni við B&S ristum, og nýggi vatnrørsketilin kann framleiða umleið 6 MW av hitaorku, sum verður nýtt til fjarhita. Roykurin verður reinsaður í turrari roykreinsiskipan við kálki og aktivum koli, so hann lýkur ES-krøv til útlát. Harumframt eru ymsar tekniskar hjálpiskipanir, t.d. traverskrani, knúsari hydraulikkur, trýstluft, vatnviðgerð, ventilatión, køling og neyðstreymur. Eitt framkomið ABB 800xA kontrol annlegg stýrir øllum skipanum.