Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
sunnudagur 15. september 2024
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík
Spurningar til starvið
Joan Oskarsdóttir
Eindarleiðari
302328
joans@torshavn.fo Søk starvið

Endurlýsing: Leiðari til Býlingshúsið Vesturi á Flat

Søkt verður eftir stovnsleiðara til Dagstovnin á Flat at byrja skjótast gjørligt. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 4 barnagarðsstovur. Haraftrat er ein stova til tey 6 ára gomlu børnini, ið ganga seinasta ári í barnagarði.

Býlingshúsið vesturi á Flat liggur væl fyri í náttúruríka umhvørvinum í Hoyvík tætt við Svartafoss, ið setur sín natúrliga dám á gerandisdagin. Umhvørvið rundan um stovnin og tilhoyrandi garðurin gevur børnunum góðar umstøður at spæla, vera virkin og nýta hugflogi. Børnini eru somuleiðis javnan túrar, har tey skapa upplivingar saman og læra nýggj støð at kenna.

Á stovninum verður dentur lagdur á trivnaðin hjá bæði børnum og starvsfólkum. Stremba verður eftir at umsorgan og námsfrøði er í miðdeplinum, soleiðis at børnini fáa góðar og tryggar karmar at mennast í. Í hesum sambandi er samstarvið millum starvsfólkini grundleggjandi fyri at hetta eydnast.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum tekur ábyrgd og hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Einum leiðara sum ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og fyri námsfrøðiliga virksemi. Leiðarastarvið inniber bæði samstarv og sjálvstøðugt arbeiði, har tú fær avbjóðingar og møguleikar at mennast. Harumframt er ein partur av leiðarastarvinum at fyrisita og umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.

Dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir, sum hevur við sær, at tú sum stovnsleiðari kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og eisini aðrar stovnsleiðarar. Samstarvið hevur týdning fyri at skapa samanhang í mun til námsfrøðiligu dygdina, tænastuna og at dagstovnaøkið arbeiðir fram ímóti eini felags kós.


Starvið krevur, at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarv við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnsvirksemi á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum, soleiðis at børn, foreldur og starvsfólk hava bestu fortreytir fyri trivnaði


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Tú megnar samstarv og sjálvstøðugt at taka avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða, kveikja og at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, CV og viðmælum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 15. september 2024.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Joan Oskarsdóttir, eindarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum ella Jan M. Laursen, deildarleiðara, á telefon 30 20 10.


___________


Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á økinum eru 37 dagstovnaleiðarar og arbeiða umleið 800 starvsfólk, og oman fyri 3.000 børn eru knýtt at virkseminum hjá B&U, ið hevur ein játtanarkarm upp á umleið 250 mió. kr.