Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
mánadagur 9. september 2024
Arbeiðstíð
40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Hoyvík Søk starvið

Endurlýsing: Leiðari til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Søkt verður eftir einum stovnsleiðara til Dagstovnin við Løgmannabreyt at byrja skjótast gjørligt. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 2 barnagarðsstovur. Haraftrat 18 dugnalig starvsfólk sum dagliga arbeiða fyri at skapa góðar námsfrøðiligar karmar um tey 64 børnini, ið eru knýtt at stovninum.

Stovnurin liggur væl fyri í náttúruvøkrum umhvørvi við Løgmannabreyt við stórum og hugkveikjandi garði, har børnini hava góðar umstøður at spæla og royna seg. Børnini fara javnan túrar í nærumhvørvinum og vitja støð sum Viðarlundina, Boðanes og Grasagarð, har tey uppliva frísku náttúruna og skapa góðar upplivingar saman.

Á Dagstovninum við Løgmannabreyt verður dentur lagdur á at geva børnunum góðar umstøður at spæla. Tað er ígjøgnum spæli, at børnini læra um seg sjálvan, onnur og sítt umhvørvið. Relatiónsarbeiði er berandi í øllum námsfrøðiliga virksemi á stovninum, og í hesum sambandi er barnaáskoðanin at møta tí einstaka barninum, har tað er.

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum tekur ábyrgd og hevur hugsjónir í mun til leiðslu og námsfrøði. Sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara sum ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og fyri námsfrøðiliga virksemi. Leiðarastarvið inniber bæði sjálvstøðugt arbeiði og samstarv, har tú fært avbjóðingar og møguleikar at mennast. Harumframt er ein partur av leiðarastarvinum at fyrisita og at umsita fíggjarviðurskiftini hjá stovninum.

Sum stovnsleiðari kemur tú at arbeiða í einum bygnaði, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Hetta hevur við sær, at tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og aðrar stovnsleiðarar. Samstarvið hevur týdning fyri at skapa samanhang í mun til námsfrøðiligu dygdina, tænastuna og at dagstovnaøkið arbeiðir fram ímóti eini felags kós.


Í starvinum krevst at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnsvirksemi á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum, soleiðis at børn, foreldur og starvsfólk hava bestu fortreytir fyri trivnaði


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Tú megnar samstarv og sjálvstøðugt at taka avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugir væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett 1. september 2024 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsóknin skal saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 9. september 2024.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Joan Oskarsdóttir, eindarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum ella Jan M. Laursen, deildarleiðara, á telefon 30 20 10.


___________


Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á økinum eru 37 dagstovnaleiðarar og arbeiða umleið 800 starvsfólk, og oman fyri 3.000 børn eru knýtt at virkseminum hjá B&U, ið hevur ein játtanarkarm upp á umleið 250 mió. kr.