Leiðari til Dagstovnin á Velbastað
Søkt verður eftir dagstovnaleiðara til Dagstovnin á Velbastað at byrja 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.
Dagstovnurin á Velbastað fevnir um vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla og ungdómsvirksemi. Á dagstovninum eru í løtuni omanfyri 50 vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúlabørn og áleið 14 starvsfólk. Á Velbastaðnum (ungdómsstaðið) arbeiða 4 starvsfólk og har eru uml. 20 til 30 ung.
Dagstovnurin liggur í náttúru ríkum umhvørvi, sum í stóran mun setur sín dám á námsfrøðiliga innihaldi.
Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Einum leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarin saman við varaleiðaranum mynda leiðslutoymið á stovninum. Leiðarastarvið er tí ein saman tvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.
Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðarin vísir til eindarleiðaran.
Um starvið
Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram móti felagskós og námsfrøðiligari dygd.
Í starvinum krevst at tú:
- hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og í ungdómsvirkseminum, og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
- hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum og ungdómsvirkseminum
- hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
- hevur ábyrgd av at tryggja at dagstovnavirksemið verður útint í samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
- hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum dagstovna- og ungdómsvirksemi á stovninum
- hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
- hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
- hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
- støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum
Førleikakrøv
- Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
- Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
- Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
- Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
- Megnar samstarv og sjálvstøðugt at taka avgerðir
- Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið, tann unga og samlaða bólkin
- Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
- Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
- Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, ung, foreldur og aðrar samstarvspartar
- Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanum
Lønar- og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður sett frá 1. mars 2025 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »søk starvið«. Umsókn saman við prógvum, viðmælum og royndum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 29. januar 2025.
Samband
Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Ann Hansen, eindarleiðara ella Jan M. Laursen, deildarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum, telefon 30 20 10.
---------
Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum, sum varðar av barna- og ungdómsøkinum við deildarleiðara, eindarleiðarum og dagstovnaleiðarum. Dagstovnarnir fevna um stórar, miðalstórar og smærri stovnar við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi. Á økinum eru 34 dagstovnaleiðarar og umleið 800 starvsfólk, og oman fyri 3.000 børn eru knýtt at tilboðnum.