Tórshavnar kommuna
Umsóknarfreist
týsdagur 23. juni 2026
Arbeiðstíð
25-40 tímar um vikuna
Setanarslag
Fast starv
Arbeiðsstaður
Tórshavn
Spurningar til starvið
Harald Joensen
Leiðari, Sankta Jósef Barnagarður
212851
haraldj@torshavn.fo Søk starvið

Námsfrøðingar og avloysarar til Dagstovnin Sankta Jósefs

Føroya elsti dagstovnur søkir eftir námsfrøðingum, so ert tú áhugað/-ur at gerast partur av einum dugnaligum og jaligum starvsfólkahópi? so er tað tær vit hava tørv á.

Vit søkja eftir námsfrøðingum at arbeiða 25-40 tímar um vikuna í vøggustovu og barnagarði, og avloysarum, ið kunnu traðka til, tá tørvur er á teimum.

Størvini verða sett 3. august 2026 ella eftir nærri avtalu. Um so er, at ongin námsfrøðingur søkir, kunnu hjálparfólk vera sett.


Um okkum:

Í Dagstovninum Sankta Jósefs eru tvær vøggustovur við 10 børnum og tríggjar barnagarðsstovur við 15 børnum.

Dagstovnurin Sankta Jósefs er elsti dagstovnur í Føroyum. Vit liggja mitt í býnum, við góðum, fjølbroyttum uttandura leikaumhvørvi, tætt við viðarlundina, ítróttarøki í Gundadali og náttúruna annars. Vit elska at fara túrar, at síggja og uppliva ymiskt saman við børnunum.


Vit vænta, at tú:

  • ert fús/-ur at arbeiða við okkara námsfrøðiligu grundvirðum
  • ert fyrikomandi og samstarvsinnað/-ur
  • ert íðin at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag fyri børn og starvsfólk
  • tekur ábyrgd, ert sjálvstøðug/-ur og hevur gott yvirlit
  • sær møguleikar heldur enn forðingar
  • at tú dámar avbjóðingar
  • hevur gott samstarv við foreldur og avvarðandi


Vit bjóða tær:

  • eitt spennandi og avbjóðandi starv
  • eitt starv, har tú saman við góðum starvsfeløgum fart góðar upplivingar saman við børnunum
  • tú hevur ávirkan á innihaldi í gerandisdegnum
  • fasta fyrireikingartíð í vikuætlanini
  • faklig sparring frá leiðslu og starvsfeløgunum


Setunarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hevur Tórshavnar Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.


Umsókn

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Umsóknin skal, saman við prógvum, CV og møguligum tilmælum, vera Tórshavnar Kommunu í hendi seinasta lagi týsdagin 23. juni 2026.


Samband

Ynskir tú at vita meira um størvini, kanst tú venda tær til Harald Joensen, stovnleiðara, á telefon 21 34 25, ella við at skriva teldupost til haraldj@torshavn.fo