Lurta
Til lesiveik

Byggifrøðingur til Húsaumsitingina

Vit sóknast eftir byggifrøðingi ella starvsfólki við aðrari viðkomandi útbúgving til eitt spennandi starv á Húsaumsitingini hjá Tórshavnar kommunu. Ert tú ein miðvísur persónur við stórum áræði, og trívist tú við einum arbeiðsdegi, har uppgávurnar skifta millum sjálvstøðugt arbeiði og toymisarbeiði? So ert tú kanska rætti persónurin til okkara arbeiðspláss.

Húsaumsitingin er ein deild undir teknisku fyrisiting hjá Tórshavnar kommunu. Vit hava ábyrgd av flestu bygningum hjá kommununi. Okkara fremsta uppgáva er at røkja og umvæla hesar bygningarnar í mun til lógarkrøv og fullgóða røkt og viðlíkahald. 

Húsaumsitingin hevur í eina tíð arbeitt við at gera støðulýsingar av kommunalu bygningunum, og í hesum sambandi lagt langtíðarætlanir fyri arbeiðið. Viðkomandi fer millum annað at arbeiða við støðulýsingum, raðfestingum av røkt, viðlíkahaldi og umvælingum av bygningum.


Um okkum

Á Húsaumsitingini starvast ein deildarleiðari og seks starvsfólk. Fýra av hesum eru byggifrøðingar, ein orkufrøðingur og ein tekniskur sniðgevi. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi við hini starvsfólkini á deildini við fleiri og ymiskum uppgávum í senn. Summar størri, aðrar minni. Harumframt kemur tú at taka lut í samstarvinum við aðrar deildir hjá kommununi og við partar uttan fyri kommununa.


Arbeiðsøki 

  • At vera við í arbeiðinum at umsita og røkja kommunalar bygningar
  • At gera útbjóðingartilfar í sambandi við umvælingar og røkt av bygningum
  • At hava eftirlit við arbeiðum, sum eru í gerð
  • At syrgja fyri, at myndugleikakrøv verða hildin
  • At dygdarmeta verkætlanir, tá okkara egnu bygningar verða projekteraðir
  • At skráseta og gera støðulýsingar av bygningum og at raðfesta arbeiði, sum eru í gongd
  • At gera brunatekningar
  • At skráseta í MdocFM skipanini
  • At luttaka í ymiskum arbeiðsuppgávum á deildini


Førleikakrøv 

  • Tú ert útbúgvin byggifrøðingur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving
  • Tú skal hava vitan um røkt og umvælingar
  • Tú dugir at tekna í Revit og/ella AutoCad
  • Tú hevur førleika í niðanfyrinevndu forritum
  • Tú skalt hava koyrikort


Vit kunnu bjóða: 

  • eitt starv við fakligum avbjóðingum
  • góðar møguleikar fyri menning
  • góðar arbeiðsumstøður
  • ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag


Vit vænta, at tú: 

  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og við fleiri uppgávum í senn
  • dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu

Húsaumsitingin nýtir tey vanligu Office forritini, umframt Revit/Autocad og MdocFM.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er fulltíðarstarv.


Umsókn

Umsóknir saman við lívsgongdarleið og útbúgvingarprógvum skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juni 2021.

Sendið umsóknina til torshavn@torshavn.fo og merkið hana »Byggifrøðingur til Húsaumsitingina«.

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Unn S. Perdomo, deildarleiðara, telefon 302010.