Lurta
Til lesiveik

Dagstovnaleiðari til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Søkt verður eftir dagstovnaleiðara til Dagstovnin við Løgmannabreyt. Tað eru áleið 65 børn knýtt at stovninum og áleið 17 starvsfólk. 

Vit ímynda okkum ein leiðara, sum hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, og sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Tú ert ein leiðari, sum tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning, bæði persónliga og í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Dagstovnaleiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samstarvi, har tú bæði fært avbjóðingar og menningarmøguleikar.

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í nýggja bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við nýggja bygnaðinum er at skapa samanhang í námsfrøðiligu tænastuna og leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran. 


Um starvið

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at dagstovnaøkið kann arbeiða fram ímóti felags kós og námsfrøðiligari dygd. Starvið krevur, at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum og setir starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á dagstovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkamenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja, at dagstovnavirksemið verður útint í samsvari við lógarverk, ásetingum og málum
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum dagstovnavirksemi á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning ella ábøtur
  • hevur yvirskipaðu ábyrgdina fyri foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaðu ábyrgdina av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur og ert sinnað/ur at fara undir víðari útbúgving
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini á stovninum
  • Tú ert væl skipað/ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og yvirlit
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at veita námsfrøðiliga sparring til starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/ur og lurtandi í tíni leiðslu 
  • Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja fyri at fáa mest møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta á skrift og í talu við bæði leiðslu, starvsfólk, starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanir


Lønartreytir- og setanartreytir

Starvið verður sett frá 1. august 2021 ella eftir avtalu.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 15. juni 2021 kl. 12. Umsóknin skal sendast til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum »Dagstovnaleiðari til Dagstovnin við Løgmannabreyt«.


Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Joan Oskarsdóttir, eindarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum, ella Beintu Dalbø, deildarleiðara, á telefon 30 20 10.

 

-----------

Dagstovnaøkið er skipað undir Trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðslu av leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Eindarleiðarin vísir tí til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 36 dagstovnaleiðarum í miðalstórum og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi.

Á dagstovnaøkinum arbeiða á leið 700 starvsfólk og áleið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini.