Lurta
Til lesiveik

Eindarleiðari til Heilsu- og umsorganartænastuna

Tórshavnar kommuna søkir eftir eindarleiðara til eina av búeindunum í Heilsu- og umsorganartænastuni til setan 1. august 2021 ella skjótast til ber.

Heilsu- og umsorganartænastan varðar av eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í tríggjar eindir undir Heilsu- og umsorganarfyrisitingini, hvør eind hevur sín eindarleiðara.

Ein eind veitir tænastur til heimabúgvanandi borgarar. Hendan eindin er staðsett í Heilsuhúsinum. Hinar báðar eindirnar eru búeindir. Í búeindunum eru øll røktarheimini, ellisheim, sambýlir og heim fyri fólk við demenssjúku. Hvør eind hevur áleið 110 búpláss.


Starvið

Sum eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hevur tú fíggjarliga, fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd av tínari eind. Eindarleiðarin skal tryggja eina vælvirkandi eind, sum er skipað og rikin í samsvari við galdandi lóggávu og politikkir á økinum. Eindarleiðarin hevur saman við hinum eindarleiðarunum og heilsu- og umsorganarstjóranum ábyrgd av, at Heilsu- og umsorganartænastan virkar sum ein felags eind, har borgarin fær eina samskipaða heildartænastu. 

Eindarleiðslan arbeiðir tætt saman um viðurskifti, sum hava ávirkan á alla skipanina herundir tænastustig, fíggjarviðurskifti, felags mannagongdir, rekruttering, innleiðslu, GDPR, Cosmic, trygd, útbúgving osv. Á henda hátt verður tryggja, at eldraøkið í Tórshavnar kommunu kann veita borgarunum eina javnt góða tænastu og tilboð. 

Í tøttum samstarvi við hinar eindarleiðararnar og heilsu- og umsorganarstjóran ert tú við til at mynda bæði gerandisdagin og framtíðina á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Tú verður somuleiðis partur av upptøkunevndini til bústovnar á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu. Saman við deildarleiðarunum hevur eindarleiðarin ábyrgd av, at fakligheit, umsorgan og trivnaður eru í hásæti á deildunum. Somuleiðis virkar eindarleiðarin saman við deildarleiðarunum fyri góðum arbeiðsumhvørvi, menning og trivnaði millum starvsfólkini. 

Talan er um spennandi starv við nógvum og fjølbroyttum uppgávum. Tín eind hevur 105 búpláss og áleið 150 ársverk, harav 6 deildarleiðarar, sum vísa til eindarleiðaran.


Førleikakrøv

Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving á minst bachelorstigi og aðra viðkomandi hægri útbúgving t.d. innan leiðslu. Harumframt hevur tú drúgvar royndir ella útbúgving innan røktarøkið og drúgvar leiðsluroyndir.

Umsøkjarin má tola møguligar broytingar í starvinum.


Persónligir eginleikar 

  • Hevur góðar førleikar at leiða, at seta í verk, og at gjøgnumføra átøk
  • Dugir at síggja heildina, kann hava nógvar bóltar í luftini, og dugir at útdelegera
  • Dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu og dugir at lurta
  • Tolir støður við ósemjum og er semjusøkjandi
  • Dugir at finna felags loysnir umframt at arbeiða í einum fjøltáttaðum og til tíðir hektiskum umhvørvi
  • Er vælskipað/-ur og greið/-ur
  • Hevur góðar KT-førleikar, fíggjarligar førleikar og fakligar førleikar


Setanartreytir

Starvið er fulltíðarstarv og lønt sambært avtalu millum avvarðandi fakfelag og KAF / fíggjarmálaráðið.


Umsókn

Send umsókn við CV og prógvum til torshavn@torshavn.fo seinast 13. juni 2021. Viðmerk umsóknina »Eindarleiðari«.

Setanarsamrøður verða eftir ætlan í viku 24.

Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóra, á telefon 30 20 00 ella skriva til eydfridj@torshavn.fo


Stutt um Heilsu- og umsorganartænastuna

Heilsu- og umsorganartænastan arbeiðir dagliga við at veita borgarum røkt, viðgerð, fyribyrgjan, heilsufremjan og rehabilitering. Fyri at tryggja, at kommunan eisini í framtíðini kann veita borgaranum eina haldgóða tænastu, arbeiða vit miðvíst á fleiri økjum, t.d. við rehabiliteringsverkætlan, vælferðartøkni, og førleikamenning av starvsfólki.

Løgfrøðiliga grundarlagið undir Heilsu- og umsorganartænastuni er løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. umframt aðrar lógir sum Tvingsulslógin, Dátuverndarlógin, lóg um alment innlit og fyrisitingarlógin.

Vit leggja stóran dent á at hava góð og fjølbroytt tilboð til borgaran, og at tænastan, vit veita, er dygg og munagóð. Eisini leggja vit dent á at tryggja, at Heilsu- og umsorganartænastan er eitt spennandi og gott arbeiðspláss, har starvsfólk trívast og hava møguleikan at menna seg.