Lurta
Til lesiveik

ENDURLÝSING

Ert tú okkara nýggi umhvørvisverkfrøðingur?

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at gerast ein grønari kommuna, sum tekur støði í umhvørvinum í øllum sínum virksemi. Kommunan hevur tí ein umhvørvispolitikk og ein orkupolitikk, sum seta høg mál fyri bæði kommununa sum heild og kommununa sum virki.

Hevur tú hug til at gera tína ávirkan galdandi á umhvørvisøkinum saman við dugnaligu starvsfólkum okkara í umsitingini, so er hetta rætta starvið til tín.

Sum kommuna og deild eru vit inni í einari stórari menningargongd og hava tískil nógvar spennandi og avbjóðandi uppgávur fyri framman, millum annað innan:

  • Varandi orku, útlát og ferðslu 
  • Ringrás og endurnýtslu
  • Náttúru og dálking

Tú kemur at starvast í einum toymi, ið hevur ábyrgdina av at íverkseta umhvørvispolitikkin og orkupolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og at skipa fyri tiltøkum og átøkum innan umhvørvi, so sum Umhvørvisvikuna, EarthHour, Ruddingardagar og annað innan umhvørvi og burðardygga samfelagsmenning.

Harafturat kemur tú at taka tær av málsviðgerð í sambandi við m.a. loyvir, fráboðanir um dálking og hava eftirlit við, at virksemið í kommununi fer fram sambært galdandi umhvørvislógum- og kunngerðum.


Tín profilur

Tú ert verkfrøðingur innan umhvørvi ella hevur samsvarandi útbúgving. Tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og hevur góðan teldukunnleika. 

Tú dugir væl at samstarva og samskifta og megnar væl at arbeiða sjálvstøðugt og úrslitssøkið.

Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir á umhvørvisøkinum og innan umsiting.


Tí skalt tú velja okkum

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har umhvørvi, orka og burðardygd hevur hægstu raðfesting. Í Tórshavnar kommunu er umhvørvi alsamt meira í miðdeplinum, og kemur tú at verða við til at hugsa umhvørvi og burðardygd inn í ymiskar samanhangir og viðurskifti, tætt við har avgerðirnar verða tiknar.

Í tínum toymi verða 3 starvsfelagar, sum arbeiða við umhvørvi, og sum brenna fyri at gera mun, og vit virðismeta fakkunnleika og góðan hýr á arbeiðsplássinum. 


Setanartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála við títt yrkisfelag og verður sett skjótast til ber. Tú fært góðar møguleikar fyri at menna teg persónliga og fakliga, við 37 tíma arbeiðsviku við lagaligum arbeiðsumstøðum.


Um okkum

Vit halda til í bankabygninginum í Niels Finsens gøtu við framúr útsýni yvir býin. Bussarnir koyra beint til hurðina, og vælumtókta kantina okkara liggur bara eitt hanagleiv burtur. Tú verður partur av teknisku fyrisiting við umleið 40 ídnum, hjálpsomum og nærløgdum samstarvsfelagum.


Umsókn og samband

Tú søkir starvið við at senda okkum umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Starv á Umhvørvisdeildini« í evnisteigin á teldupostinum.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Marius Müller, deildarleiðara, á telefon 21 53 09.

Umsóknarfreistin er týsdagin 13. apríl 2021.



Byggi- og umhvørvisdeildin
Byggi- og umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggi- og umhvørvisdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag 9 - 16
Fríggjadag 9 - 15