Lurta
Til lesiveik

ENDRULÝSING – námsfrøðingar og avloysari til Dagstovnin Fríðriksgarð

Fyrireikingartíð? Sjálvandi☺

Vit mangla 2 námsfrøðingar til vøggustovu at arbeiða millum 20 og 35 tímar um vikuna. Størvini eru frá 9. aug. 2021 ella eftir nærri avtalu. Somuleiðis verður søkt eftir avloysara, sum kann arbeiða, tá tørvur er á tí.

Um skikkaður námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.


Stovnurin

Fríðriksgarður heldur til í »gamla brúna skúla« mitt í býnum, og opnaði 1. mars 2019. Vit hava 2 vøggustovur og 2 barnagarðsstovur.

Í Fríðriksgarði leggja vit dent á trivna, menning, spæl og samstarv. 


Vit kunnu bjóða tær:

  • Fyrireikingartíð hvørja viku
  • Sum starvsfólk fært tú fakligar og persónligar avbjóðingar
  • Sum starvsfólk fart tú møguleika at seta tín dám á arbeiðið og og verða við til at byggja ein nýggjan stovn upp


Vit vænta av tær:

  • At tú ert við at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum 
  • At tú vilt virka fyri góðum trivnaði og samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
  • At tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • At tú hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur yvirlit
  • At tú ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð og ert fyrikomandi


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.


Umsókn 

Umsókn saman við prógvi og lívsrensl verður sent til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. juni 2021.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ann Jacobsen, stovnsleiðara, telefon 28 22 92.