Lurta
Til lesiveik

ENDURLÝSING – námsfrøðingar og hjálparfólk til Ítróttarfrítíðarskúlin við Løgmannabreyt

- Kom við umborð og ver partur av einum feitum toymi

Søkt verður eftir námsføðingum og hjálparfólkum til Ítróttarfrítíðarskúlan við Løgmannabreyt at byrja 9. august 2021 ella skjótast til ber.

  • Søkt verður eftir 3 námsfrøðingum í fast starv at arbeiða 20-30 tímar um vikuna
  • Søkt verður eftir 3 hjálparfólkum at arbeiða 20-25 tímar um vikuna fram til 20. desember 2021

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðingar, sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.


Vit ynskja umsøkjarar: 

  • sum eru fakliga væl fyri, ágrýtnir, skapandi, musikalskur, hava grønar fingrar ella gott handalag
  • sum hava góð samstarvs- og samskiftisevni og megna at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • sum eru íverksetandi og hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum og arbeiði við pedagogiska ítrótt
  • sum eru sjálvstøðugir, álítandi og hava gott yvirlit
  • sum síggja møguleikar, hava ein jaligan hugburð, eru opin, smílandi og fyrikomandi 


Um okkum

Í Ítróttarfrítíðarskúlanum víð Løgmannabreyt ganga børn úr 1., 2. og 3. flokki. Til hvønn árgang eru knýttir ábyrgdar persónar. Í løtuni arbeiða 12 eldhugaðar starvsfelagar, ið allir koma við sínum íkasti til gott sálarligt arbeiðsumhvørvi, í Ítróttarfrítíðarskúlanum. 

Vit arbeiða víð støði í pedagogiskan ítrótt, førleikunum hjá tí einstaka og geva rúm til skapandi og likamliga hugdýping. 

Vítt hava góðar innan- og uttandura hentleikar, eitt nú atgongd til høll, Fimi, svimjihøll, ymisk verkstøð og tónleikahølið. 

Arbeiðstíðirnar eru millum kl. 11 og 17. 


Setanarviðurskifti 

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morten Hust Petersen, stovnsleiðara, á telefon 250437 ella mortenh@torshavn.fo, ella við at lesa meira á Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt 


Umsókn 

Umsókn saman við lívsrensli og viðkomandi prógvum verður at senda til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er týsdagin 27. juni 2021 kl. 12.00, samrøður væntast at verða í viku 26.