Lurta
Til lesiveik

ENDURLÝSING – námsfrøðingar til Býlingshúsið á Norðasta Horni

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum at arbeiða 35 tímar um vikuna í vøggustovu.

Størvini eru sett at byrja 9. august 2021, ella eftir nærri avtalu. 

Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.


Vit bjóða

Vit bjóða eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur ein stóran leiklut í gerandisdegnum. Dentur verður lagdur á at børnini fáa avbjóðingar bæði innandura og uttandura, og at tú megnar at skapa ein tryggan gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.


Vit vænta:

  • at tú dámar at vera úti
  • at tú gevur títt íkast, í at brúka okkara natúru og mentan sum námsfrøðiligt amboð
  • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • at tú kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • at tú leggur dent á samstarv og trivna fyri øll


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Óla Midjord, stovnsleiðara, á telefon 210906, ella við at hyggja á okkara síðu Býlingshúsið á Norðasta Horni.


Umsókn

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 8. juli 2021.