Lurta
Til lesiveik

ENDURLÝSING – Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Fjalli

Vilt tú vera partur av einum góðum starvsfólkahópi, har trivnaður og faklig menning er í hásæti? Og kundi tú samstundis hugsað tær eitt arbeiði, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av gerandisdegnum?

So hevur tú møguleikan nú, tí í Býlingshúsinum undir Fjalli hava vit tørv á fleiri námsfrøðingum til okkara góða starvsfólkahóp. Vit leita eftir:

  • einum námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í barnagarðsstovu
  • einum námsfrøðingi at arbeiða 30-40 tímar um vikuna í vøggustovu
  • tveimum námsfrøðingum 15-25 tímar um vikuna til serligan tørv

Vit leita eisini eftir avloysarum. 

Størvini eru til setan í august 2021 ella eftir nærri avtalu. Eydnast tað okkum ikki at seta námsfrøðingar, kunnu hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.


Um okkum

Býlingshúsið undir Fjalli er eitt livandi stað, har menning og upplivingar hava frítt spæl. Nærvera er ein týðandi partur av okkara arbeiði, so børn og vaksin trívast og mennast í tryggum umhvørvi.

Á stovninum eru tríggjar stovur, tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova. Í løtuni ganga 47 børn á stovninum: 12 børn í vøggustovuni og 16 børn í hvørjari barnagarðsstovu.
Stovnurin er ikki stórur, men plássið, sum vit ikki hava inni, hava vit uttanfyri.

Á stovninum arbeiða 12 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk, sum tíma og vilja arbeiða við børnum. Vit eru glað, nærverandi, stuttlig, ágrýtin, kreativ, jalig og tolin.

Hjá okkum verður tú partur av einum toymi, ið arbeiðir í skiftandi vaktum. Tú fært eitt starv, har útilív, rørsla og trivnaður hevur stóran týdning, og har viðurkenning og relatiónsarbeiði eru námsfrøðiligir hornasteinar.

 

Um teg

Vit ímynda okkum, at tú ert líka nærverandi og jalig/ur sum vit. Harumframt vænta vit, at tú:

  • ert ágrýtin, aktivt luttakandi, intiativrík/ur, nærverandi og tolin
  • hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrunum
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsføðiligu uppgávurnar saman við okkum
  • vilt samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • virðir felagsskap, felagsanda og samanhald

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvið inniber, at tú kanst hjálpa á øðrum stovum eftir tørvi, og at tú mást tola broytingar.


Umsókn

Send okkum tína umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir til torshavn@torshavn.fo. Merk umsóknina »Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli«. 

Umsókning skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. august 2021.


Hevur tú spurningar

Vilt tú vita meira um okkum, stovnin ella starvið, so svara vit tær fegin. Ring til Onnu Dalsgaard, stovnsleiðara, á telefon 31 85 25 ella 72 22 12. 

Tú kanst eisini lesa meira um stovnin á síðu okkara, sum tú finnur her: 

Býlingshúsið undir Fjalli



Starvsfólkadeildin
Starvsfólkadeildin

Tórsgøta 9, 100 Tórshavn

Les um Starvsfólkadeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - Fríggjadag 10 - 15