Lurta
Til lesiveik

Fólk til asfaltliðið

Søkt verður eftir fólki til asfaltliðið hjá Tórshavnar Kommunu.

Arbeiðsøkið fevnir fyrst og fremst um viðlíkahaldsarbeiði av vegakervinum, har asfaltliðini fresa, lappa hol í vegnum og asfaltera nýggjar vegir. Harumframt kann tað væntast, at viðkomandi kemur til at taka sær av øðrum fyrifallandi arbeiði.

Umsøkjarar ið hava royndir við maskinkoyring hava fyrimun.

Koyrikort B er eitt krav.

Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.

Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.


Setanarviðurskifti 

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Løn og aðrar treytir verða eftir førleikum sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag.


Umsókn

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. januar 2021, klokkan 16.00. Umsóknirnar skulu sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo og merkjast »Fólk til asfaltliðið«.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Tóra Bendtsen, leiðara á Rakstrarstøðini, á telefon 288658 ella 302010.