Lurta
Til lesiveik

Fulltrúi til menningaruppgávur hjá Tórshavnar kommunu

Seinastu árini er Tórshavnar kommuna vaksin við í miðal 350 nýggjum borgarum á hvørjum ári. Stóra framgongdin ber við sær nýggjar avbjóðingar, har vøksturin og trivnaðurin skulu fylgjast at fyri at tryggja eina góða kommunu hjá øllum at virka og búgva í. Uppgávurnar eru nógvar, og tær skulu allar styðja undir fjølbroyttu tænasturnar til borgarar og vinnu.

Um starvið

Vit leita eftir einum persóni, sum dámar og torir at taka ábyrgd og at standa fyri átøkum og verkætlanum í samstarvi við onnur starvsfólk í kommununi.

Tú hevur í starvinum greinandi og útinnandi uppgávur og fert at arbeiða tvørgangandi við ítøkiligum verkætlanum og uppgávum, sum í eitt tíðarskeið krevja størri orku og førleikar, ið ikki frammanundan eru á ymisku deildunum í kommununi.

Á Stjórnarskrivstovuni starvast 14 fólk, hvørs arbeiðsøki fevna um ymisk øki sum løgfrøðiliga ráðgeving, samskifti, móttøku í ráðhúsinum, samskipan av virksemi hjá stjórnini í mun til politiska myndugleikan og kommunalu umsitingina.


Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða m.a.:

  • at lýsa og greina ymisk samfelagsøki, sum kommunan varðar av
  • at skriva upprit til stjórn um mál, átøk og loysnir
  • at standa fyri verkætlanartilgongdum og menningaruppgávum
  • at arbeiða við ferðavinnuni, orða nýggjan ferðavinnupolitikk og átøk innan ferðavinnu at arbeiða við vinnuátøkum saman við Hugskotinum


Førleikakrøv

Viðkomandi, ið verður settur, skal hava útbúgving frá hægri lærustovni á kandidatstigi og viðkomandi royndir innan menningartilgongdir og verkætlanararbeiði.

Tú skalt duga væl at greina og miðla torskilt tilfar soleiðis, at tað er lætt at skilja. Viðkomandi skal duga at seta mál, eyðmerkja møguleikar til loysnir og fylgja málunum upp.


Umframt hetta dugir tú:

  • at viðgera mál á fakliga høgum stigi
  • at síggja mál úr fleiri sjónarhornum, eitt nú innan politikk, lóg, fígging, samfelag, tænasta og samskifti
  • at arbeiða skipað og sjálvstøðugt
  • at arbeiða miðvíst og avgreiða mál til ásetta tíð
  • at samstarva við aðrar fakbólkar at orða teg á føroyskum og enskum í skrift og talu


Setanarviðurskifti

Talan er um fast starv, ið verður at seta skjótast til ber. Løn og treytir verða sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.


Umsókn

Umsókn saman við CV og útbúgvingarprógvum verður at senda Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo, viðmerk „fulltrúi á Býráðsskrivstovuni“.

Umsóknarfreistin er hósdagin 3. desember 2020.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Dam, deildarleiðara á Stjórnarskrivstovuni, magnusd@torshavn.fo ella við at ringja á tlf. 302010.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking