Lurta
Til lesiveik

Fýra námsfrøðingar til Miðstovnin

Vilt tú vera við til at mynda okkara nýggja miðbýarstovn og hava ávirkan á títt egna arbeiðslív? So hevur tú kjansin nú, tí Miðstovnurin sóknast eftir fýra námsfrøðingum.


Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv, har tú sleppur at hava stóra ávirkan á títt arbeiðslív. Miðstovnurin er í løtuni dagstovnur í gamla Realskúlanum og kjallaranum í Finsen, og her eru 75 børn í aldrinum 0 til 6 ár knýtt at stovninum. Komandi vár fara vit at flyta barnagarðsvirksemi okkara oman í nýggja stovnin í Kongagøtu. Tú kemur at vera partur av at skipa og skapa okkara stovn við vøggustovu og barnagarði í hvør sínari lon.

Stovnurin er skipaður í funktiónum, og tað vil siga, at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki, heldur enn at vera knýtt at eini stovu.


Av tær vænta vit, at tú: 

  • ert nærverandi og dugir væl at skapa góðar og mennandi relatiónir
  • hevur eina barnaáskoðan, sum samsvarar við virðisgrundarlagið hjá Miðstovninum
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • ert áhugað/-ur at arbeiða í funktiónum


Tí skalt tú velja okkum

Okkara barnaáskoðan ber í sær, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Vit eru sannførd um, at barndómurin hevur eitt virði í sjálvum sær, og at alt, sum barnið hevur við sær í felagsskapin, somuleiðis hevur týdning. Umsorgan, spæl og læra eru hornasteinarnir í okkara stovnsvirksemi. 

Tú kanst lesa meira um Miðstovnin og okkara námsfrøðiliga leist her: 

Miðstovnurin í Gamla Realskúla


Setanarviðurskifti

Arbeiðstíðin kann verða 40/35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast starv við starvsbyrjan 9. august 2021 ella eftir nærri avtalu. 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. 

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur størvini, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. 


Umsókn og samband

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum skulu sendast Tórshavnar Kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. juni 2021. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til virkandi stovnsleiðara, Elin N. W. Tausen, á telefon 21 28 02.