Lurta
Til lesiveik

Heilsuhjálparar til Heimatænastuna

Søkt verður eftir Heilsuhjálparum til Heimatænastuna í Heilsu- og Umsorganartænastuni í Tórshavnar Kommunu.


Heimatænastan

180-190 borgarar fáa tænastu frá Heimatænastuni. Heimatænastan heldur til í Heilsuhúsinum í Hoyvík og er skipað í tveimum tvørfakligum toymum, har  umleið 50 heilsurøktarar, heilsuhjálparar og heimahjálpir starvast í tøttum samstarvið við sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutum. Í Heilsuhúsinum verða tilboð og tænastur til heimabúgvandi borgarar skipaðar. 

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita eina samskipaða heildartænastu til heimabúgvandi borgarar, ið hava tørv á røkt, umsorgan og rehabilitering, við virðing fyri tí einstaka og teirra avvarðandi. Vit leggja stóran dent á góðsku og at stuðla undir einum virknum gerandisdegi.

 

Søkt verður eftir:

  • trimum heilsuhjáparum at arbeiða í dagvaktum á starvsbrøki 0,875 svarandi til 35 tímar um vikuna skjótast tilber. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti
  • summarferiuavloysarum at arbeiða í juni, juli og august 2021 (dag og kvøldvaktir)


Førleikar

Útbúgving sum heilsuhjálpari. Hevur tú royndir við at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, so ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú onga útbúgving hevur.

 

Vit vænta, at tú:

  • hevur góðan yrkisligan  og menniskjaligan førleika
  • hevur góð samstarvsevnir og megna at samstarva tvørfakliga
  • hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði.
  • kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
  • kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum
  • hevur góðan telduførleika og koyrikort


Vit bjóða

Vit bjóða eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við møguleika fyri fakligari og persónligari menning, har tú fært góða innleiðslu, og góðar starvsfelagar.

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF og Heilsurøktarafelagið / Heilsuhjálparafelag Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita við at venda sær til Johanna við Streym, deildarleiðari, telefon 793110, t-post: johannav@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. mai 2021. Viðmerkjast skal »heilsuhjálpari til Heimatænastuna«.