Lurta
Til lesiveik

Heilsurøktari og heilsuhjálpari til Heilsutænastuna í Nólsoy

Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til nýggj spennandi størv í Heilsutænastuni í Nólsoy.

Tórshavnar kommuna vil tryggja at borgarar í Nólsoy á fullgóðan hátt fáa tær tænastur og tey tilboð, sum kommunan veitir. Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Tórshavnar kommunu er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við tænastuna, fáa skjóta og fakliga grundaða tænastu við atliti til heilsustrimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering


Um størvini

Talan er um nýtt og áhugaverd starv við fjølbroyttum uppgávum og fakligum avbjóðingum. Saman við sjúkrarøktarfrøðingum, ergo- og fysioterapeutum og leiðslu, fært tú ábyrgd av at veita eina dygdargóða heildartænastu, bæði innan fyribyrging, røkt og rehabilitering.

Tú fært møguleika til at mynda Heilsutænastuna, har tænastan til borgaran verður sett í hásæti.

 

Vit vænta at:

  • tú verður við til at mynda tilboðini, sum verða veitt í Heilsutænastuni
  • tú hevur góð samstarvsevni og megnar at samstarva tvørfakligt
  • tú hevur hóskandi arbeiðsroyndir og ert støðug, ábyrgdarfull og røkin í tínum arbeiði
  • tú kann ráðgeva og vegleiða borgarum og avvarðandi
  • tú kann arbeiða sjálvstøðugt og leita tær hjálp, tá tørvur er á hesum

 

Vit kunnu bjóða:

  • starv við spennandi avbjóðingum og møguleika fyri yrkisligari og persónligari menning, í tøttum samstarvið við deildarleiðara og starvsfólki við øðrum yrkisligum   førleikum
  • upplæring og undirvísing


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi fakfelga. Starvsbyrjan er 1. juni 2021 ella eftir avtalu. Talan er um eitt størv á 32 tímar um vikuna. Møguleiki er at sera fram ynski um annan starvsbrøk og verður hesin avtalaður partanna millum.

Ein vísir til deildarleiðarin fyri heimatænnstuna í Heilsu- og umsorganartænastuni.


Umsókn

Umsókn við prógvi og upplýsingum um starvsroyndir vera sent til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 11. mai 2021. Viðmerkið »Heilsurøktari ella heilsuhjálpari til heilsutænastuna í Nólsoy«.

Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar umsøkjari verða settur.