Lurta
Til lesiveik

Køksfólk til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini, eftir einum fólki at arbeiða uml. 20 tímar um vikuna í føstum starvi frá 16. august 2021 ella eftir nærri avtalu. 

Starvið fevnir um at hava ábyrgd av køkinum. Hetta inniber at gera dygdargóðan millumála.

Vit vænta, at tær dámar væl at gera mat, tekur ábyrgd, ert vinalig/-ur, nærverandi og virkin í tínum gerandisdegi. Køksroyndir er ein fyrimunir, men ikki eitt krav.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Joan Iris Samson, stovnsleiðara, telefon 284902, ella tú kanst skriva til joansa@torshavn.fo. Til ber eisini at fáa kunning um stovnin inni á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu undir Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini.


Umsókn

Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 17. juni 2021.