Lurta
Til lesiveik

Leiðari til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini

Søkt verður eftir dagstovnaleiðara til Frítíðarskúlan  í Badmintonhøllini, talan er um eitt tíðaravmarkað starv, at byrja 1. mars og fram til 31. desember 2021.

Frítíðarskúlin Badmintonhøllin fevnir um frítíðarskúlatilboð til børn í 1. og 2. flokk. frá Sankta Frans Skúli. Rúm er fyri 48 í hvørjum árgangi. Bæði í mun til virksemi og leiðslu verður samstarv kravt millum skúla og frítíðarskúla. 

Í frítíðarskúlanum í Badmintohøllini verður stórur dentur lagdur á frælsið og frítíðina hjá barninum, og at barnið undir tryggum karmum er luttakandi í at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.

Í Badmintonhøllini er eisini eitt sertilboð til børn undir skúlaaldri, sum hava avbjóðingar við at trívast og mennast í vanliga dagstovnavirkseminum. Hesi børnini eru á stovninum allan dagin. 

Fyrra partin av degnum er virksemið skipað miðvíst til barnagarð børnini. Seinna partin av degnum luttaka børnini í vanliga frítíðarskúla virkseminum og eru saman við børnunum í 1. og 2. flokki. 

Pláss eru fyri 4-6 barnagarðsbørnum í hesum tilboði.

Vit ímynda okkum ein leiðara, ið hevur hugsjónir í mun til námsfrøði og leiðslu, sum vil virka fyri einum høgum fakligum støði, har námsfrøðiliga tænastan er í miðdeplinum. Ein leiðara, ið tekur ábyrgd og ynskir støðuga menning í egnum starvi, fyri starvsfólkini og av tí námsfrøðiligu tænastuni. Leiðarastarvið er tí ein samantvinnan av sjálvstøðugleika og samarbeiði, har tú bæði fært avbjóðingar- og menningarmøguleikar.

Sum stovnaleiðari kemur tú at arbeiða í nýggja bygnaðinum, har dagstovnaøkið er skipað í fýra eindir. Endamálið við nýggja bygnaðinum er at skapa samanhang bæði í mun til námsfrøðiligu tænastuna og í mun til leiðsluna av dagstovnaøkinum. Dagstovnaleiðararnir vísa til eindarleiðaran. 


Um starvið

Sum dagstovnaleiðari kemur tú at arbeiða í tøttum samstarvi við eindarleiðaran og saman við øðrum dagstovnaleiðarum. Samstarvið hevur stóran týdning fyri, at barna og ungdómsøki kann  arbeiða fram móti felagskós og námsfrøðiligari dygd. Í starvinum krevst at tú:

  • hevur leiðsluábyrgd av starvsfólkunum á dagstovninum/ frítíðarsskúlavirkseminum og setir
    starvsfólk í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum
  • hevur ábyrgd av starvsfólkmenning í samstarvi við eindarleiðaran
  • hevur ábyrgd av at tryggja at stovnavirksemið verður útint í
    samsvar við lógarverk, ásetingar og mál
  • hevur ábyrgd av at tryggja umstøður fyri góðum stovnavirksemi
    á stovninum
  • hevur ábyrgdina av at arbeiða við umstøðum, ið krevja menning
    ella ábøtur
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av foreldrasamstarvinum
  • hevur yvirskipaða ábyrgd av bæði innanhýsis og uttanhýsis tvørfakliga
    samstarvinum
  • støðugt arbeiðir við at betra arbeiðsumhvørvið á stovninum

Harumframt kemur stovnsleiðarin at arbeiða í tøttum samstarvi við leiðsluna í Skúlanum í Sankta Frants.


Førleikakrøv

  • Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Tú hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslu samleika
  • Tú megnar at stuðla og kveikja til áhaldandi menning av námsfrøðini
    á stovninum
  • Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði og hevur fíggjarligt hegni, innlit og
    yvirlit
  • Megnar samarbeiði og sjálvstøðugt og taka avgerðir
  • Tú hevur góðar námsfrøðiligar førleikar og megnar at geva sparring til
    starvsfólkini, bæði í mun til tað einstaka barnið og tann samlaða bólkin
  • Tú ert virðilig/-ur og lurtandi í tíni leiðslu
  • Tú dugur væl at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja, at fáa mest
    møguligt burturúr tilfeinginum á stovninum
  • Tú dugir væl at samskifta bæði á skrift og í talu, bæði við leiðslu, starvsfólk,
    starvsfelagar, børn, foreldur og aðrar samstarvspartar
  • Tú hevur førleika til viðkomandi telduskipanum


Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv sum verður sett frá 1. mars 2021 ella eftir avtalu. Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndum skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 27. januar kl. 12. Umsóknin verður send til torshavn@torshavn.fo undir frámerkinum »Leiðari til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini«.

 

Samband

Til ber at fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, deildarleiðara, ella Joan Oskarsdóttir, eindarleiðara á Barna- og ungdómsøkinum, telefon 302010.


---------

Dagstovnaøkið er skipað undir trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu og víðari undir leiðslu av leiðaranum á Barna- og ungdómsdeildini. Eindarleiðarin vísir tí til leiðaran á Barna- og ungdómsdeildini. Dagstovnaøkið er víðari skipað við 36 dagstovnaleiðarum í miðalstórum og smærri stovnum við vøggustovu-, barnagarðs-, frítíðarskúla- og klubbvirksemi.

Á dagstovnaøkinum arbeiða umleið 700 starvsfólk og umleið 3.000 børn eru knýtt at virkseminum undir Barna- og ungdómsdeildini við einum samlaðum játtanarkarmi uppá umleið kr. 190 mió.