Lurta
Til lesiveik

Maskinførari til Kommunalu Brennistøðina / Tyrvingarplássið í Húsahaga

Kommunala Brennistøðin søkir eftir einum maskinførara til Tyrvingarplássið í Húsahaga, ið er núverandi móttøkupláss fyri burturkast, iðí skal tyrvast, og mold í Tórshavnar kommunu.


Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum

  • Avgreiðsla, eftirlit og vegleiðing
  • Maskinkoyring
  • Reinhald, røkt og annað fyrifallandi arbeiði
  • Harumframt kann roknast við øðrum uppgávum á stovninum eftir tørvi


Førleikar

Vit ynskja, at tú:

  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
  • hevur koyrikort
  • skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur telduførleika á brúkarastøði

Av persónligum eginleikum ynskja vit, at tú ert tænastusinnað/-ur, ágrýtin og røkin, og at tú ert fleksibul og kann arbeiða sjálvstøðugt.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett skjótast til ber sambært sáttmála við Havnar Arbeiðarafelag. Arbeiðstíðin er umleið 40 tímar pr. viku.


Meiri fæst at vita

Meiri fæst at vita við at venda sær til John Erik Hansen Leiðara, johnerik@torshavn.fo telefon 30 20 35.


Umsókn

Skal sendast við telduposti til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk »Maskinførari til Kommunalu Brennistøðina / Tyrvingarplássið« í teldupostin.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 18. juni 2021.