Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar og hjálparfólk til fyribilsdagstovnin Lonirnar í Hoydølum

Tórshavnar kommuna søkir eftir 4 námsfrøðingum og 4 hjálparfólkum til fyribilsdagstovnin Lonirnar í Hoydølum. Talan er um føst størv.


Størvini

Vit leita eftir:

  • Tveimum námsfrøðingum til vøggustovuna, 30-40 tímar, at byrja 1. august 2021
  • Tveimum hjálparfólkum, 30 - 40 tímar, at byrja 9. august 2021
  • Tveimum námsfrøðingum og tveimum hjálparfólkum, 30 – 40 tímar, at byrja 15. august ella eftir nærri avtalu.


Stovnurin

Dagstovnatilboðið í Lonunum í Hoydølum verður skipað sum ein móttøkustovnur. Tað merkir, at plássini í Hoydølum eru fyribilspláss, og at foreldur, ið bóka pláss í Lonunum í Hoydølum, sostatt eisini skulu bóka børnum sínum pláss á øðrum stovni.

Lonirnar húsast í vakrari náttúru í Hoydølum, garður er rundan um stovnin, og skjótt er bæði at ganga oman í fjøruna, niðan undir Svartafoss, oman í Miðbýin og til onnur almenn spælipláss.

Rúm verður fyri umleið 30 vøggustovu- og barnagarðsbørnum býtt á 3 stovur.

Í Lonunum arbeiða vit útfrá tí sjónarmiði, at tað er tann góða relatiónin, sum er hornasteinurin undir allari menningini. Vit arbeiða miðvíst við at betra um allar relatiónir millum børn og vaksin og millum børnini. Vit eru fakliga tilvitað og eru vitug um barnasálina og at møta barninum, har sum barnið er.


Um teg 

Vit vænta av tær, at tú:

  • hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrunum
  • hevur hug at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • ert ágrýtin, tolin og nærverandi
  • sært møguleikar heldur enn forðingar
  • dámar væl at vera úti og brúka rørslu og náttúruna sum námsfrøðiligt amboð

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Starvsbyrjan er 9. august í 2021 fyri dagstovnin og 16. august 2021 ella eftir nærri avtalu. 


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til størvini, kanst tú venda tær til Jeanette Joensen, stovnsleiðara, á telefon 21 40 49.


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skulu sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er sunnudagin 25. juli 2021 kl. 12.