Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Býlingshúsið undir Fjalli

Tórshavnar Kommuna søkir vegna Býlingshúsið undir Fjalli, eftir tveimum námsfrøðingum til barnagarð.


Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum til barnagarðin ávíkavist at byrja 1. mars og 1. apríl 2021, ella eftir nærri avtalu. 

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað størv.


Vit vænta, at tú:

  • ert ágrýtin, aktivt luttakandi, intiativrík/-ur, nærverandi og tolin
  • hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • kann arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og hevur eitt grundleggjandi ynski um at lyfta námsføðiligu uppgávurnar saman við okkum
  • vil samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • virðir felagsskap, felagsanda og samanhald


Vit bjóða:

  • tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum
  • eitt starv, har viðurkenning og relatiónsarbeiði hevur stóran týdning í okkara arbeiði fyri at skapa tryggleika, trivnað og menning
  • ein stovn í náttúruumhvørvi, har útilív, rørsla og túrar eru ein partur av dagligdegnum
  • ein góðan starvsfólkahóp, har trivnaður og faklig menning er høgt raðfest


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovum og má tola broytingar.


Umsókn

Umsókn saman við prógvi, møguligum viðmælum og upplýsing um royndir, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 28. februar 2021, og viðmerkja »Umsókn til Býlingshúsið undir Fjalli«.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um okkum og størvini, við at venda sær til Annu Dalsgaard, stovnsleiðara, á telefon 318525 ella 722212.