Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Dagstovnin Birkilund

Tórshavnar kommuna søkir, vegna Dagstovnin Birkilund, eftir námsfrøðingum at arbeiða í vøggustovu og barnagarði. Størvini verða sett 1. august 2021, ella eftir nærri avtalu.


Vit sóknast eftir:

  • námsfrøðingum til vøggustovu, at arbeiða 30-40 tímar, ella eftir avtalu. Talan er um fast starv
  • námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, fyri námsfrøðing í barsilsfarloyvi, at arbeiða 40 tímar
  • námsfrøðingum til barnagarð, at arbeiða 30-40 tímar, ella eftir avtalu. Talan er um fast starv


Um stovnin:

Á stovninum ganga í løtuni 120 børn; 32 vøggustovubørn og 88 barnagarðsbørn. Vit hava 3 vøggustovur, 4 barnagarðsstovur og eina stovu til tey 6 ára gomlu. Her starvast 29 starvsfólk; 8 námsfrøðingar, 17 hjálparfólk, ein køksdama og ein umsjónarmaður, umframt leiðara og varaleiðara. 

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú sum námsfrøðingur fært møguleika at menna og royna tínar fakligu førleikar í samspæli við børn, foreldur og dugnalig starvsfólk.

Vit eru opin fyri nýhugsan, og her er rúm fyri at royna tíni fakligu og skapandi evni. 

Vit leggja dent á gott samskifti og virðiligt samspæl millum øll, ið hava dagliga gongd á stovninum.

Vit eru í eini mennandi tilgongd, har vit seta fokus á trivnað, og á at menna eitt námsfrøðiligt umhvørvi, sum eggjar til trivnað og menning hjá starvsfólkum og børnum. Harafturat ynskja vit at tað skal vera stuttligt at ganga í barnagarð, og at børn og vaksin koma at minnast sína tíð her við gleði og takksemi.

Vit hava fokus á góða barnalívið, á skapandi evnini og hugsunarháttin hjá okkara børnum. Vit hava fyri stuttum innrætta verkstøð í barnagarði og vøggustovu, og ætlanin er leggja størri dent á kreativt virksemi og lurtandi námsfrøði. 

Vit arbeiða við námsfrøðiliga leistinum Betri vinir, og øll okkara starvsfólk verða send á skeið, soleiðis at tey eru ílatin fakliga. Sum nýggjur námsfrøðingur fært tú eisini hendan møguleika.

Sum námsfrøðingur í okkara toymi fært tú góðan møguleika fyri ávirkan, og við tínum serliga ískoyti at mynda barnagarðin Birkilund og barnalívið her.


Vit vænta:

  • at tú ert ábyrgdarfull/-ur og tekur stig. Ert ágrýtin, nærverandi og hevur eitt positivt lyndi
  • at tú hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag, við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrum teirra
  • at tú hevur gott fakligt innlit, og dugir at samantvinna ástøðiliga hugsan og námsfrøðiliga praksis
  • at tú ert opin fyri øðrvísi hugsan, og leggur dent á demokratiskan hugburð


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. juni 2021 kl. 12.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sonnu á Løgmansbø, stovnsleiðara, telefon 26 53 26.