Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Landavegin

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Landavegin eftir tveimum Námsfrøðingum, at byrja 4. januar 2021 ella skjótast gjørligt.

Ert tú fakliga væl fyri, ágrýtin og skapandi, vilt tú vera við til at skapa besta dagin fyri børnini? So hava vit arbeiði til tín.

Dagstovnurin við Landavegin søkir eftir tveimum námsfrøðingum á 35 tímar um vikuna.

Eitt av størvinum er barsilsfarloyvisstarv til 30. juni 2021.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv.

Vit arbeiða útfrá endamálsorðing og námsfrøðiligu námsætlanini fyri Dagstovnin við Landavegin.

Vit vænta at:

  • Tú kann virka í góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • Tú hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið, foreldur og starvsfelagar
  • Tú er við til at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • Tekur ábyrgd og hevur yvirlit
  • Tú flytur teg við nýggjari vitan á námsfrøðiliga økinum
  • Tú er sjálvstøðug/-ur og kann taka avgerðir
  • Telduførleikar til tekstviðger og myndir
  • Tola at flyta arbeiðsøki innanhýsis á stovninum
  • Kann arbeiða eftir starvsfólkaprofilinum fyri námsfrøðingar á Dagstovninum við Landavegin – (sí heimasíðu)


Vit bjóða:

  • Heimsins mest umráðandi arbeiðið
  • Eitt áhugavert starv við nógvum avbjóðingum
  • Eitt starv har tú fær møguleika at seta tín dám á gerandisdagin við Námsætlanini sum leistið
  • Eitt starv har eingin dagur er eins

Samtalurnar vera í viku 49.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsókn

Umsókn saman við lívsrensli og prógv sum námsfrøðingur verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerk tímatal á umsóknina.

Umsóknarfreistin er 30. november 2020.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Steinbjørn V. Olsen, Stovnsleiðara, telefon 222380, ella við at hyggja á heimasíðu okkara www.landavegur.fo



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking