Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir einum námsfrøðingi at starvast í vøggustovu, at taka sær av nøkrum serligum námsfrøðiligum uppgávum.

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast til ber.

Eisini søkja vit eftir námsfrøðingum til barnagarð og vøggustovu at byrja 1. januar 2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30-35 tímar um vikuna

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðar avmarka starv.

Um okkum Dagstovnurin við Løgmannabreyt er frá 2003 og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum og stórum spæliplássi . Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra seg í. Vit hava tvær barnagarðsstovur við 20 og 21 børnum 3-6 ár og tvær vøggustovur við 12 børnum 0-3 ár.

Vit vænta, at tú:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • tú ert nærverandi og umsorganarfull/-ur
  • tú vilt virka fyri góðum trivnaði og samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
  • tú hevur hug og evni at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan dag fyri einstaka barnið
  • tú hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur yvirlit
  • tú ert álítandi, tekur ábyrgd, hevur ein jaligan hugburð og ert fyrikomandi

Vit bjóða:

Eitt áhugavert og mennandi starv, har tú kemur at vera partur av einum toymi og arbeiða í skiftandi vaktum í einum góðum fjølbroyttum stovni við nógvum møguleikum og góðum starvsfólkum, har tú eisini kann vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiði.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn

Umsókn saman við viðmælum, royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi Fríggjadagin 27. november 2020.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 219105.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking