Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan á Argjahamri

Sjóðar tú av orku og eldhuga at geva børnunum spennandi upplivingar og kveikja forvitni og áræði teirra, og vilt geva børnum ein innihaldsríkan gerandisdag við mennandi royndum og styrkja spælihug og sosialar førleikar, so er at smekka eina umsókn av stað og søkja starvið sum námsfrøðingur.

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan á Argjahamri eftir námsfrøðingum.


Søkt verður eftir:

  • tveimum námsfrøðingum til at arbeiða 25 – 30 tíma viku

Størvini eru til setan 15. august 2021 ella eftir nærri avtalu.

Um ongin námsfrøðingur søkir, kunnu hjálparfólk verða sett ístaðin í tíðaravmarkað starv.


Okkum tørvar starvsfólk sum:

  • vilja samstarva og arbeiða eftir okkara námsætlan og virðum
  • vilja menna tað námsfrøðiliga arbeiðið og hugsanina, og vilja virka fyri einum fakligum umhvørvi
  • kunnu virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • hava hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum
  • taka ábyrgd og hava yvirlit, eru sjálvstøðug og kunnu taka avgerðir
  • eru íverksetandi og aktivt luttakandi saman við børnunum í teimum ymisku tiltøkunum/fyriskipanum


Vit bjóða:

  • at tú kemur at vera partur av einum toymi, sum hevur námsfrøðiliga ábyrgd og leiðslu
  • námsfrøðiliga sparring í námstoymi
  • eitt fakligt arbeiðis umhvørvið, har námsfrøðilig kjak og refleksjónir eru partar av arbeiðis mentanini
  • góðar arbeiðis karmar, sum stuðla væl upp undir ymisk frítíðar námsfrøði og námsfrøði í síni heild
  • eitt arbeiði í skiftandi vaktum
  • fyrireikingartíð 


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevara Føroya.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um okkum og størvini við at venda sær til Hanna Thøgersen, stovnsleiðara, á telefon 28 28 50 og við at hyggja inn á heimasíðuna www.argjahamri.fo


Umsókn

Saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 2. juli 2021 kl. 12.