Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Frítíðarskúlan í Badmintonhøllini eftir fýra námsfrøðingum at byrja 16. august 2021.


Um stovnin

Í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini ganga børn úr 1. og 2. flokki í Sankta Frans skúla. Til hvønn flokk eru ábyrgdarpersónar knýttir. Starvsfólkini fara eftir børnunum í skúlanum og fylgja teimum í frítíðarskúla.

Vit eru stødd í einum stórum ítróttarøki í Gundadali. Vit hava góðar møguleikar at nýta vøllir, svimjihøll og restina av nærumhvørvinum. Vit hava eitt friðað økið rundan um frítíðarskúlan við fleiri smáttum, og ein á rennir framvið. Vit hava mánabilar, súkklur og mangt annað. Umstøðurnar at røra seg eru góðar fyri rørsluligu menningina hjá einstaka barninum.Vit hava sera góðar innanduraumstøður. Vit hava til dømis ymisk verkstøð, sum børnini kunnu brúka til at menna síni skapanarevni, vit hava ítróttarhøll, púturúm, dukkukrók, lesikrók, eitt stórt felagsrúm og annað. Alt hetta loyvir børnunum at menna seg á ymiskan hátt, bæði við skipaðum og óskipaðum tiltøkum.

Vit leggja stóran dent á frælsið og frítíðina hjá barninum, og at barnið undir tryggum karmum luttekur í at skapa egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum, sum menna einstaka menniskjað.

Brennir tú fyri hesum, hava vit rætta starvið til tín.  


Vit vænta, at:

  • tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar
  • tú ert ágrýtin og hevur hug og evni til at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag fyri einstaka barnið
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd og avgerðir, samstundis sum tú megnar at varðveita yvirlitið, tá á stendur


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Talan er um fýra føst størv við starvsbyrjan 16. august 2021. Arbeiðstíðin er 25-30 tímar um vikuna. Tú mást tola broytingar í starvinum. 

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv í eitt ár.


Meira fæst at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Joan Iris Samson, stovnsleiðara, á telefon 28 49 02 ella á teldupost joansa@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndir verður at senda Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo

Umsóknarfreistin er 17. juni 2021.