Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan í Hoyvík

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í Hoyvík, eftir einum námsfrøðingi at byrja 4. januar 2021 ella skjótast gjørligt.

Starvið er við fastari setan á 25 tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk setast í tíðarsett starv til 18. juni 2021.

Vit ynskja umsøkjarar, sum í trá við okkara virðir og ætlanir

  • megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt námsfrøðiligt virksemi
  • eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi, taka ábyrgd og hava gott yvirlit
  • eru fakliga tilvitaðir, hava hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • eru áhugaðir og hava hegni til rørsluligt námsfrøðiligt virksemi
  • vilja arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • síggja og tillaga seg eftir tørvi
  • tola at flyta arbeiðsøkið innanhýsis á stovninum
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar 


Vit bjóða

  • eitt arbeiðspláss við ymiskleika, dygd og yrkisføri
  • fyrireikingartíð
  • toymisarbeiði
  • samstarv


Um okkum

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík ganga børn úr 1. og 2. flokki úr Hoyvíkar skúla, eisini er eitt frítíðartilboð fyri børn úr 3. flokki, ið húsast í ovastu hæddini í Hoyvíkshøllini. Somuleiðis ganga børn úr serstovuni í Hoyvíkar skúla í frítíðarskúla. Í hølunum er eisini Ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188.

Í Frítíðarskúlanum í Hoyvík starvast í løtuni 15 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Okkara kjarnuuppgáva er, at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, avbjóðandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi, har barnið verður virðismett!

Um áhugi er, og umstøður loyva tí, er eisini møguleiki at arbeiða í Ungdómshúsinum í Hoyvík.
KLUBB 188 er opið 3 kvøld um vikuna. Arbeiðstíðin er í miðal uml. 7-10 tímar vikuliga.


Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi týsdagin 1. desember 2020.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnin við at trýsta á her FTS í Hoyvík



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking