Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til serstovuna í Hornabø

Vegna hækkandi barnatal, søkir Frítíðarskúlan Fløtum, við ábyrgd í serstovuni í Hornabø eftir tveimum ágrýtnum námsfrøðingum. Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, er møguleiki at seta onnur í starv.

Størvini eru millum 25-35 tímar um vikuna, við starvsbyrjan 16. august 2021.


Vit ynskja umsøkjarar, sum:

  • vilja at arbeiða við børnum við serligum tørvi
  • megna og vilja skapa mennandi, trygt og fjølbroytt sernámsfrøðiligt virksemi
  • eru ágrýtnir, initiativríkir og vísa hetta í verki
  • eru sjálvstøðugir, álítandi, taka ábyrgd og hava gott yvirlit
  • tola at flyta arbeiðsøkið innanhýsis á stovninum
  • hava góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar tí at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børnum starvsfelagar og leiðslu


Vit bjóða:

  • eitt arbeiðspláss við ymiskleika, dygd og yrkisføri
  • toymisarbeiði
  • samstarv
  • fyrireiking


Um okkum

Í serstovuni í Hornabø verða 6 børn og 6 starvsfólk. 

Serstovan er ein partur av frítíðarskúlanum á Fløtum.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsókn

Umsókn saman við viðkomandi upplýsingum, verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 21. juni 2021. 


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Bjarna Beder, stovnsleiðara, á telefon 214789 ella bjarnibe@torshavn.fo – sí meira um stovnin á okkara síðu Frítíðarskúlin á Fløtum ella á saf.fo/fritidarskulin