Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingar til sertoymi í Smílibýlinum

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir trimum námsfrøðingum, at arbeiða 20-25 tímar um vikuna í sertoymi, at byrja 16. august 21.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Eftir summarfrítíðina fer Smílibýlið at hava eitt frítíðarskúlatilboð til børnini ið ganga í serflokkinum heimahoyrandi í Eysturskúlanum. Væntandi verða tey fimm børn í 1.-og 2. flokki í ár.

Høvuðsuppgávan hjá sertoyminum verður at skipa eitt gott tilboð fyri hesi børn, og at sameina tey við barnabólkin í Smílibýlinum.

Á stovninum er fjølbroytt virksemi. Har er tónleikarúm, rørslurúm og verkstaður. Fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli. Harumframt eru vit javnan túrar út av húsinum.

Vit søkja eftir fólkum ið eru nærverandi, vilja arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og hava áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, ert jalig/-ur, ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur, ert aktiv/-ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Umsókn

Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi 14. juni 2021. Viðmerk »Sertoymi í Smílibýlinum«.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 21 00 45.