Lurta
Til lesiveik

Námsfrøðingur til Dagstovnin Lítlaskóg

Tórshavnar kommuna sóknast vegna Dagstovnin Lítlaskóg eftir starvsfólki.


Vit sóknast eftir:

námsfrøðingi í 30 tíma starv til vøggustovuna at byrja skjótast gjørligt. 

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv


Lýsing av stovninum

Lítliskógur er ein stovnur við um 100 børnum mitt í Havn. Vit hava 2 vøggustovur við 12 børnum í hvørjari. Vit hava 3 barnagarðsstovur við 18 børnum og so eina stovu til tey 6 ára gomlu, har rúmast 18-20 børn.

Í Lítlaskógi starvast um 25 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk. Vit eru staðsett í eysturbýnum, tætt við skóg, fjøru og allar hentleikar. 


Vit leggja dent á:

  • At møta barninum, har tað er í menningini
  • Fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið
  • Motorikk og rørslu
  • Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
  • At vera opin, fakliga forvitin og kreativ
  • Trivnað á stovninum. Hava tað stuttligt og flenna saman, børn sum vaksin


Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, kann hjálparfólk verða sett.


Umsókn

Umsókn saman við møguligum prógvum og viðmælum verður at senda til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi hósdagin 21. januar kl. 12, viðmerkt: umsókn til Lítlaskóg.

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Gyðju Johannesen, stovnsleiðara, telefon 302370.