Lurta
Til lesiveik

Røktarstarvsfólk til Ellisheimið 

Ellisheimið er 85 ára gamalt røktarheim miðskeiðis í Tórshavn. Á Ellisheiminum búleikast 25 húsfólk, og uml. 35 starvsfólk hava sítt yrkið her. Á Ellisheiminum leggja vit dent á at skapa tryggleika og lívsgóðsku fyri húsfólkið. Vit leggja stóran dent á at arbeiða viðurkennandi, og saman við húsfólkunum og avvarðandi at skapa eitt umhvørvið, har partarnir kunna trívast og mennast. Dentur verður eisini lagdur á tvørfakligt samstarv við t.d. fysio- og ergoterapeutar, og javnan hava vit ymsar aktivitetir fyri húsfólkið. 

Um tú ert heilsurøktari, og hevur áhuga í at arbeiða við eldri fólkið, og kundi hugsa tær eitt gevandi arbeiðsumhvørvið, er tað júst tær vit á Ellisheiminum leita eftir.


Søkt verður eftir:

  • einum heilsurøktara til setan 1. mai 2021 ella eftir avtalu. Starvið er á setanarbrøki 1,0, ella eftir avtalu, har arbeitt verður í skiftandi vaktum á 7 til 8 tímar og annað hvørt vikuskifti.


Førleikaprógv

  • Prógv og autorisatión sum heilsurøktari
  • Er ágrýtin og hevur áhuga at arbeiða heilsustimbrandi, fyribyrgjandi og rehabiliterandi
  • Áhuga at arbeiða tvørfakligt
  • Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt 
  • Varðveitir yvirlit tá á stendur
  • Góð samstarvs- og samskiftirevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við húsfólk, avvarðandi og starvsfelagar


Vit bjóða tær:

  • ein fakliga spennandi og mennandi arbeiðsdag
  • persónligari menning 
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss
  • góða innleiðslu
  • at gerast partur av einum góðum praksisfelagskapið
  • at kunna tillaga egnar arbeiðsmannagongdir


Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin á telefon 21 62 40 ella við at senda teldupost til elisabethhj@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til teldupost torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: »Heilsurøktari til Ellisheimið«.

Umsóknarfreistin er 20. apríl 2021.