Lurta
Til lesiveik

Seks námsfrøðingar til Dagstovnin við Løgmannabreyt

Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin við Løgmannabreyt eftir seks námsfrøðingum, at starvast í vøggustovu og barnagarði at byrja 9. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er 30-40 tímar um vikuna.

Dagstovnurin við Løgmannabreyt er í Hoyvík og liggur í einum stórum grønum umhvørvi við einum avbera góðum stórum spæliplássi. 

Vit hava ein stóran deiligan garð, eitt stórt grønt fríøki við nógvum góðum avbjóðingum til børnini at røra og menna seg í. 

Vit hava tvær barnagarðsstovur við 20 børnum 3-6 ár og tvær vøggustovur við 11 og 12 børnum 0-3 ár

Á stovninum verða broytingar eftir summarfrítíðina, søkt er eftir nýggjum leiðara til at byrja 1. august.

Vit søkja eftir námsfrøðingum, sum vilja vera við til at styrkja og menna fagligheitina á stovninum í samstarvi við nýggja leiðarin og Børn og Ung í Tórshavnar kommunu og okkara námsætlan, sum eisini sær náttúrina og spæliplássi, sum eitt týdningarmikið námsfrøðiligt amboð.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Umsókn

Umsókn saman við viðmælum og royndir skulu sendast til torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi 28. juni 2021.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Sofíu Nattestad, stovnsleiðara, á telefon 21 91 05 ella til Joan Oskarsdóttir, eindarleiðara, á telefon 21 40 48.