Lurta
Til lesiveik

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD

Kundi tú hugsað tær at verið við í slóðbrótandi arbeiðnum at menna fyrsta umlættingar- og rehabiliteringsdepil í Føroyum? 

Vilt tú gerast partur av toyminum við sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum, fysioterapetum, ergoterapeutum og kostfakfólki, ið fara at veita borgarum, ið hava tørv á rehabiliterandi og sjúkrarøktarfakligum átøkum alt samdøgrið, eitt samanhangandi tvørfakligt tilboð, ið stuðlar undir eitt virkið og innihaldsríkt lív, eisini tá stuttíðarskeiðið er av? So er tað tær vit leita eftir.

Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD, sum er staðsettur í Hoyvík, letur upp fyrst í komandi ári og fer at savna flestu stutttíðarplássini í Tórshavnar kommunu á einum stað. Tað vera 27 pláss á deplinum.

Arbeiðið á URD tekur støði í einari rehabiliterandi borgaragongd við:

  • Tørvsmetan
  • Ætlan fyri tann einstaka
  • Samdøgursrehabilitering
  • Umlætting
  • Palliatión

Trívist tú í einari lærandi og mennandi mentan, har leiðslan tekur væl móti kreativum hugskotum og eggjar starvsfólki at gera tað, sum tey brenna fyri og duga best?

Vilt tú gerast partur av einum opnum, forvitnum, jaligum og samstarvssinnaðum toymi, sum fer at byggja upp slóðbrótandi, tvørfaklig og samanhangandi tilboð til heimabúgvandi borgarar?

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Hevur vilja og góð evni at samstarva tvørfakliga
  • Hevur góð samskiftisevni í skrift og talu og góðan telduførleika
  • Hevur hug og evni at arbeiða sjúkufyribyrgjandi, heilsustrimbandi, rehabiliterandi og linnandi


Løn- og setanartreytir

Brøkur og arbeiðstíð eftir avtalu, men minsti starvsbrøkur er 0,5. Løn og setanartreytir smb sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.

Nærri fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Hannemi á Brúgv, deildarleiðara, tlf. 224136 ella hannemi@torshavn.fo


Umsókn

Í umsóknini skal vera viðmerkt, hvønn starvsbrøk ynski er um. Umsókn saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo  Viðmerkjast skal „Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD“.

Umsóknarfreistin er 7. desember 2020.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking