Lurta
Til lesiveik

Sjúkrarøktarfrøðingar til toymi á Lágargarði

Vit søkja eftir sjúkrarøktarfrøðingum, at tryggja sjúkrarøktarfakligu dygdina á Lágargarði.

Vit hava í umbúna at skipa eitt toymið av sjúkrarøktarfrøðingum, og hava í tí sambandi tørv á sjúkrarøktarfrøðingum til okkara væl etableraða heim.

Vit stremba eftir høgari fakligheit, har vit arbeiða viðurkennandi og skapa ein innihaldsríkan gerandisdag, har búfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Eisini leggja vit dent á, at seinasta tíðin og palliativa tilgongdin er væl skipað og við umsorgan fyri borgara og avvarðandi.

Tær settu vera partur av at skipa toymið, sum skal hava ábyrgd av at tryggja sjúkrarøktarfakligu dygdina í tilboðnum til búfólkini á Lágargarði. Í fyrstu syftu koma 3 sjúkrarøktarfrøðingar, at arbeiða í dagtímunum, og møguleiki er fyri, at tað verður víðka um toymið seinni, so tað eisini skal virka um kvøldarnar. Arbeiðið verður skipað í tvørgangandi funktiónum á øllum trimum deildum, og kjarnuuppgávan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er í røktini á deildunum.

Lágargarður er partur av Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu. Her búgva 48 búfólk, á trimum deildum, Heimarastova og Miðstova, sum báðar eru røktardeildir og Handarastova sum er ein demensdeild. Lágargarður er 34 ára gamal og í hesum døgum vera umvælingar gjørdar, sum skulu nútímansgera heimið. Vit hava góðar karmar og arbeiðsumstøður, og starvsfólkatrivnaður og felagsskapur hava stóran týdning fyri okkum.

Arbeiðstíðirnar vera í fyrsta umfari dagvaktir, og 4. hvørt vikuskiftið. Seinni er møguleiki fyri, at tað verður víðka til eisini at fevna um kvøldvaktir. 


Søkt verður eftir:

sjúkrarøktarfrøðingum á starvsbrøki 1,0. Arbeiðstíðin er í fyrstu syftu um dagin, og 4. hvørt vikuskiftið, við møguleika fyri víðkan til kvøldvaktir seinni. Møguleiki er at fáa lægri brøk og at arbeiða í vaktum, um tað er eitt ynski. 


Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Áhuga og royndir at arbeiða við eldri fólki
  • Evnið at arbeiða sjálvstøðugt og raðfesta
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug og hegni at samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss


Vit bjóða tær:

  • ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eina góða innleiðslu
  • eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • at tú verður partur av einum toymi av sjúkrarøktarfrøðingum, har endamálið er, at tínir førleikar verða nýttir og mentir, og soleiðis at tryggja fakliga dygd á Lágargarði
  • møguleika at seta tín dám á fakligu menningina á Lágargarði


Setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagi Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvsbyrjan er 1. juli 2021 ella skjótast til ber.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Eidesgaard, eindarleiðara, telefon 22 41 15 ella á t-post ingune@torshavn.fo


Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal »Sjúkrarøktarfrøðingur til Lágargarð«.

Umsóknarfreistin er 23. juni 2021.