Lurta
Til lesiveik

Sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari og heilsuhjálpari til Handarastovu á Lágargarði

Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólk og tann aldrandi borgaran, so er tað møguliga tær, vit leita eftir til Handarastovu, nú vit í samband við uppnormering hava tørv á starvsfólki.

Vit eru partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, sum er skipað í tríggjar eindir - Heilsuhúsið og tvær búeindir. Heilsu- og umsorganartænastan veitir tilboð og tænastur til borgarar í Tórshavnar kommunu eftir lógini um  heimatænastu og eldrarøkt.

Lágargarður varð tikið í nýtslu í 1987 og hevur 48 búpláss. Búplássini eru býtt út á tríggjar búeindir Heimarastova, Miðstova og Handarastova,  har Handarastova burturav er til minnisveik. Umframt búplássini er stórkøkur, ið eisini veitir mat til heimabúgvandi í Tórshavnar Kommunu og matarhøll, virkis- og venjingarstova til heimabúgvandi og húsfólk, hárfríðkan, fótarøkt og vaskarí.

Á Handarastova búgva 16 fólk, sum hava sjúkuna demens. Dentur verður lagdur á, at húsfólkini fáa eina fakliga og dygdagóða røkt, trívast og hava ein innihaldsríkan gerandisdag í tryggum kørmum. Uppgávurnar eru umframt røkt og umsorgan, at skipa fyri aktivitetum, sum geva degnum innihald og stimbra sansirnar hjá húsfólkunum, sum hava demenssjúku. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar.

Søkt verður eftir:

•  Einum heilsurøktara á starvsbrøki 0,8. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti

•  Einum heilsuhjálpara á starvsbrøk 0,8. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum og triðja hvørt vikuskifti

•  Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøk 0,8. Arbeiðstíðin er skiftandi vaktir og triðja hvørt vikuskifti

Møguleiki er fyri hægri brøki, eftir avtalu.

Førleikakrøv

•  Prógv og góðkenning sum heilsurøktari / heilsuhjálpari

•  Áhuga at arbeiða við fólki sum hava sjúkuna demens

•  Góð evni at samskifta í skrift og talu

•  Hug og hegni samstarva tvørfakliga og skapa eitt lærandi arbeiðspláss

•  KT-førleika á brúkarastigi

Vit bjóða tær:

•  Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag

•  Eina góða innleiðslu

•  Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar

•  Møguleika at seta tín dám á yrkisligu menningina á Handarastovu og í Heilsu- og umsorganartænastuni

Setanarviðurskifti

Størvini vera lønt sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. januar 2021 ella skjótast tilber.

Søkja skikkaðir umsøkjarir ikki størvini, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar fakbólkin.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Mai Dahl, deildarleiðara á Handarastovu, telefon 226790, ella við telduposti til maid@torshavn.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingar / Heilsurøktari / Heilsuhjálpari til Handarastovu“.

Umsóknarfreistin er 29. november 2020.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking