Lurta
Til lesiveik

Sjúkrarøktarfrøðingur til Demensdepilin á Tjarnargarði

Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, og vilt tú vera við til at menna virksemið á fyrsta Demensdeplinum í Føroyum, sum lat upp í apríl, so er tað tær vit leita eftir. Talan er um nýggj størv, og gerast hesi starvsfólk partur av einum starvsfólkahópi, sum hevur drúgvar royndir á demensøkinum.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í trimum eindum – Heilsuhúsið og tvær búeindir. H&U er í støðugari menning, og umframt nýggja Demensdepilin er nýggjur Umlættingar- og rehabiliteringsdepil eisini latin upp.

Demensdepilin er staðsettur á Tjarnargarði, har ein stór um- og útbygging er framd. Á Demensdeplinum vera tíggju búpláss, sjey stuttíðarpláss, venjingartilboð, dag- og kvøldtilboð og veitast skal ráðgeving, vegleiðing og undirvísing til heimabúgvandi borgarar við demenssjúku og teirra avvarðandi. Endamálið er at veita eitt tvørfakligt heildartilboð til borgaran við demenssjúku, so tíðliga í sjúkugongdini sum møguligt, so borgarin kann varðveita førleikar sum longst og hava eitt virkið og innihaldsríkt lív hóast sjúkuna. Ein liður í hesum er, at demenssamskiparir á Demensdeplinum tíðliga í sjúkugongdini vera knýttir at heimabúgvandi borgarum við demenssjúku. Grundarsteinarnir undir tvørfakliga virkseminum á Demensdeplinum vera sostatt fyribyrging, heilsufremjan og endurvenjing, umframt røkt og umsorgan.


Størvini

Talan er um áhugaverd størv við nógvum fakligum avbjóðingum, og fjølbroyttum uppgávum. Tú fært, møguleika at skapa ein heimligan, tryggan og innihaldsríkan gerandisdag, har borgarar, avvarðandi og starvsfólk trívast.

Tú ert virkin partur av virkseminum, og fært saman við starvsfeløgum og leiðslu ábyrgd av, at depilin røkkur sínum endamáli. Tú virkar fyri, at at skapa eitt demensvinarligt umhvørvi, har dentur verður lagdur á eina miljøterapeutiska tilgongd, og at røktarætlanir og borgaragongdir verða fylgdar.


Søkt verður eftir: 

  • tveimum sjúkrarøktarfrøðingum í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan 1. juli 2021, har møguleiki er fyri lægri brøki. Arbeitt verður í dagvakt og 3. hvørt vikuskiftið


Vit vænta at:

  • tú hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Útbúgving sum kliniskur vegleiðari og demenssamskipari kann vera ein fyrimunur
  • tú hevur vitan um og royndir innan demensøkið, persónssentreraða umsorgan og at skapa eitt miljøterapeutiskt tilboð
  • tú kanst vegleiða borgara og avvarðandi
  • tú kanst kveikja eitt lærandi umhvørvið, og miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • tú ert tænastusinnað/-ur og finnur loysnir
  • tú ert opin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • tú ert tolin, rúmandi og rólig/-ur av lyndi
  • tú kanst skipa fyri gerandisaktivitetum og innihaldi av kreativum, sansastimbrandi slag


Vit bjóða:

  • demensskeið við starvsbyrjan, og møguleika fyri víðari fakligari menning
  • Útbúgving sum kliniskur vegleiðari
  • felags innleiðslu í Heilsu- og umsorganartænastuni, umframt innleiðslu á Demensdeplinum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • ávirkan á innihaldið í tilboðnum á Demesdeplinum

Kennir tú teg aftur í hesum, drála so ikki við at senda okkum tína umsókn! 


Løn- og setanartreytir

Størvini vera sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið / KAF og avvarðandi yrkisfelag. Starvsbyrjan er 1. juli 2021, møguleiki er at seta fram ynski um starvsbrøk, og verður hesin avtalaður partanna millum. Talan er um dagvaktir og triðja hvørt vikuskiftið.

Nærri fæst at vita um størvini við at venda tær til Dianu P. Strøm, deildarleiðara, telefon 21 18 08, ella á teldupost dianas@torshavn.fo

Umsókn við prógv, lívsrensl (CV) og øðrum viðkomandi skjølum, skal sendast til torshavn@torshavn.fo. Merkið umsóknina »Heilsu- og røktarstarvsfólk Demensdepilin«.

Umsóknarfreistin er 20. mai 2021.