Lurta
Til lesiveik

Sjúkrarøktarfrøðingur til Traðarlon á Boðanesheiminum

Boðanesheimið er 8 ára gamalt, liggur Yviri við Strond, og her búgva 64 húsfólk. Búeindirnar eru Traðarlon og Strandarlon sum eru røktardeildir og Boðalon sum er demensdeild.

Á Traðarlon hava vit tørv á einum sjúkrarøktarfrøðingi til okkara toymi, sum hevur sum kjarnuuppgávu, at veita dygdargóða røkt til 24 húsfólk. Arbeiðsdagurin er fjølbroyttur, og dagarnir eru ikki eins. Á Traðarlon fylgja vit lívinum hjá húsfolkunum, og gera okkara besta, fyri at húsfólkini fáa ein góðan gerandisdag. Vit veita dygdargóða røkt og umsorgan, sum stimbrar til eginumsorgan og stuðlar til eitt virkið lív. Okkara uppgáva er at skapa javnvág millum eitt gott og trygt heim fyri húsfólkini, samstundis sum at  fakligheitin verður brúkt til fulnar í heildarrøktini av borgaranum.

Traðarlon er eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini hava tað gott saman, og eru um hvønn annan. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar á deildini, og samstarvað verður tvørtur um yrki og geirar dagliga. Vit taka atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrættin hjá húsfólkinum,  og hava eitt tætt samstarv við avvarðandi.

Søkt verður eftir:

•  einum sjúkrarøktarfrøðingi í fast starv á setanarbrøki 1,0 til setan 1. januar 2021 ella eftir avtalu. Arbeitt verður skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskiftið.

Førleikakrøv

•  Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
•  Góð evni at samskifta í skrift og talu
•  Evni til at raðfesta, at leggja arbeiði til rættis og arbeiða sjálvstøðugt
•  Fyrikomandi, álitisvekjandi og jaligt tænastusinni
•  Hug at arbeiða og samstarva í eini tvøryrkisligari toymisskipan í menning
•  Góðan KT-førleika

Vit bjóða

•  Góða innleiðslu
•  Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
•  Eitt opið arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
•  Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Heilsu- og umsorganartænastuni

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF / Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Annu Helenu Otthamar, deildarleiðara, telefon 26 31 10, ella við telduposti til annaho@torshavn.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til torshavn@torshavn.fo. Viðmerkjast skal: „Sjúkrarøktarfrøðingur til Traðarlon“.
Umsóknarfreistin er 26. november 2020.



Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking Send viðmerking