Lurta
Til lesiveik

Skrivstovufólk til Tórshavnar sløkkilið

Tórshavnar kommuna søkir eftir einum skrivstovufólki ¾ tíð at byrja 1. juni 2021, ella skjótast eftir hetta. Starvið er áhugavert, avbjóðandi og til tíðir krevjandi.

Tórshavnar sløkkilið fevnir alla Suðurstreymoy við brandstøðum í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy, Hesti, á Velbastað við høvuðsstøð í Tórshavn. Tilsamans eru 72 sløkkiliðsfólk.

Tórshavnar sløkkilið hevur eina døgnmannaða støðvakt, sum tekur ímóti alarmboðum frá alarmsentralinum, MRCC og sjálvvirkandi eldávaringum, skipanum v.m. 

Tórshavnar kommuna tekur tilbúgvingina í størsta álvara og raðfestir at hava eina góða og virkna tilbúgving. Sum skrivstovufólk kemur tú til tíðir at skula hava nógvar bóltar í luftini í senn, og samstundis kunna varðveita yvirlitið í einum stundum rokaligum umhvørvi.


Høvuðsuppgávur:

  • Vakt á vaktstovuni
  • Telefonavgreiðsla
  • Umsiting av alarmskipan ABA
  • Samskipa dagligar arbeiðsuppgávur
  • Skriva rokningar
  • Samskipa koyring við SFS-bussi
  • Roknskaparførsla
  • Skrivstovuhald


Vit vænta, at tú:

  • Hevur skrivstovuútbúgving og hollar royndir á økinum
  • Ert stinn / stinnur í føroyskum í skrift og talu
  • Dugir væl at samskifta við kundar og starvsfelagar 
  • Hevur góðar telduførleikar
  • Raðfestir gott samstarv


Setanartreytir

Starvið sum skrivstovufólk verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Umsóknarfreist

Umsókn við prógvum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast sum teldubræv til torshavn@torshavn.fo, merkt »umsókn skrivstovufólk«. Freistin at søkja er 10. mai 2021.

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra, á telefon 292106.