Lurta
Til lesiveik

Sosialráðgevi til Barnaverndartænastuna

Barnaverndartænastan í Tórshavnar kommunu søkir eftir einum sosialráðgeva til fultíðarstarv at byrja 1. august 2021 ella skjótast til ber. 

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við dugnaligum starvsfelagum.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd, og fevnir arbeiðið m.a. um málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin. At skipa fyri tvørfakligum samstarvi við samstarvspartar hjá Barnaverndartænastuni og gera tilmæli til barnaverndarnevndina. Somuleiðis skal tann, sum settur verður, kunna vera við í vaktarskipanini hjá Barnaverndartænastuni.


Vit ynskja okkum starvsfólk, sum:

  • hava góð samskiftis- og samstarvsevni
  • eru jalig og duga at síggja loysnir
  • tola at arbeiða undir trýsti
  • hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
  • hava royndir innan barnavernd, tó er hetta ikki eitt krav


Førleikakrøv

  • Útbúgving sum sosialráðgevi


Umsókn

Umsókn saman við prógvum og lívsrensli skal stílast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 17. juni 2021. Merkið umsóknina »Starv í Barnaverndartænastuni«.


Løn- og setanarviðurskifti

Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.


Meira fæst at vita

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, virkandi leiðara á Sosialu deild, telefon 302060.

----------

Barnaverndartænastan er partur av Sosialu deild. Á deildini starvast 11 sosialráðgevar, 5 familjuráðgevar, 2 sálarfrøðingar og 2 skrivarar.